Oddagrein· Meiningsfrælsi?

Nógvar viðmerkingar hava verið til, at Sosialurin var seldur herfyri. Eisini hava nógv tíðindi sirkulerað um søluna, ið ikki hava verið eftirfarandi, men hava verið trúligani uppafturtikin av fólki, ið annars plaga at fyrihalda seg sera kritiskt til keldutilfar. Um tað skyldast samanfall við, hvat viðkomandi ynskja at halda, skal her verða ósagt.

Sjúrður Skaale hevur eina viðmerking til keypið í bløðunum í hesum døgum. Nú er Sjúrður Skaale ikki hvør sum helst, og man teljast millum tey rættiliga royndu fjølmiðlafólk í Føroyum, og tí eigur ein viðmerking frá honum at verða víst ans.

Fyriuttan, at Sjúrður Skaale endurgevur onkran skeivleika viðvíkjandi, nær leiðsla og starvsfólk á Sosialinum saman við Føroya Tele lótu boð inn, og at hann einki pláss letur vera fyri iva viðvíkjandi viðtøkunum hjá Føroya Tele, so er kjarnin í tí hann sigur sera áhugaverd.

Størsta argumentið hja Sjúrða Skaale ímóti involvering frá Føroya Tele er, at blaðstjórarnir eru partísoldatar og javnaðarmenn. Fyriuttan at Skaale neyvan man hava eftirkannað nakran limaskap, og kanska soleiðis fingið sær eitt yvirraskilsi, so man tað verða fyrstu ferð, at ein minoritetsíløga í eitt privat virki verður mett eftir hvønn politiskan lit, uttanfyristandandi meta leiðsluna hava. Hetta er ikki sørt óhugnaligt.

Allar avísir hava meiningar í sínum oddagreinum. Vit kunnu taka fjølmiðlaimperiið hjá Rupert Murdoch, sum er primert konservativt, uttan tó at verða meira ella minni kommersielt áhugavert fyri tað. Danska Jyllandsposten hevur borgarlig sjónarmið í sínum oddagreinum, Politiken liggur á radikala bógvin o.s.fr. Einki av hesum bløðunum er verri investeringsobjekt av tí grund. Hví skuldi ein føroysk avís verið øðrvísi? Tíðindaflutningurin er óheftur, men sjónarmiðini í oddagreinum eru tey, ið ábyrgdarblaðstjórin leggur fyri dagin, uttan at spyrja partaeigarar ella nakran annan eftir.

Skulu almennar fyritøkur bert kunna eiga partabrøv í privatum fyritøkum, har leiðslan ikki gongur á val? Skulu vit hava statsgóðkendar meiningar, ið skulu liggja til grund fyri, hvørt ein almenn fyitøka skal kunna gera íløgu í hetta privata virki ella ikki?

Tað tykist eisini sum fólk gloyma, at hetta er eitt privat virki, ið verður selt og ikki ein almenn fyritøka. Somuleiðis verður gloymt, at Føroya Tele bert er minoritetsaktionerur í einari fyritøku, ið hevur ment seg heilt nógv farnu árini.

Tað er væl skilligt, at ein fyrrverandi skribentur á einum nú niðurfyridottnum blað, har man megnaði at fáa politikk inn í sjalvt ítróttartíðindini, hevur illgruna til bæði eitt og annað, men vit kunnu vissa Sjúrður Skaale um, at Sosialurin framhaldandi fer at menna seg til eitt upppaftur betri og størri miðlahús við útbygdum tænastum við endamálinum at geva avkast til partaeigarnar, sum ikki høvdu gjørt íløguna, um teir ikki trúðu uppá avkast.

Sosialurin