So fekk Ísland fyrstu stigini

Á heimavølli móti Litava vísti Ísland heilt annan hugburð og heilt annað spæl, enn tá liðið leygardagin tapti á sama stað móti Skotlandi

Ísland-Litava

Hóast teir máttu bíða til seinna hálvleik, fingu íslendsku heimaáskoðararnir tað, teir vóru komnir at hyggja at á Laugardalsvölli í Reykjavík mikukvøldið: Ein íslendskan sigur, trý stig og eitt farvæl til aftasta bólkinum, sum Føroyar nú hava arvað.
Tað vóru annars litavar, ið høvdu fyrsta málmøguleikan, tá Dainius Gleveckas kom at standa væl fyri eftir eitt hornaspark í trettanda minutti, men sendi bóltin uppum.
So kom Ísland meira fyri seg, og longu í fyrra hálvleiki gav Chelsea-maðurin Eiður Smári Guðjohnsen ábendingar um, hvat kundi vera á veg. Bæði eina og tvær ferðir noyddi hann litaviska málverjan Gintaras Stauce at vísa somu kynstrini, hann leygardagin vísti í endanum á dystinum móti Føroyum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað so, at vend av álvara kom í dystin, tá Litava fekk ein mann útvístan. Bara 21 minuttir vóru farnir, tá Deividas Cesnaukskis fekk reyða kortið frá dómaranum fyri hevnisøku móti Arnari Viðarsson, og so byrjaði íslendska yvirvágin at mynda seg.

Eiður átti alt
Tað var tó ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at íslendingar fingu hol á og kundu byrja sína málveitslu, ið endaði við tryggja 3-0 sigrinum. Og umframt at skjóta tvey tey seinnu málini, átti Eiður Guðjohnsen eisini uppleggið til tað fyrsta. Í 49. minutti sendi hann bóltin innfyri úr høgru, og fyri málinum var Heiður Helgason hægstur og skallaði bóltin inn til 1-0.
Á tímanum bleiv Eiður spældur í dýpdina og kundi renna seg leysan, fyri síðani at skora trygt til 2-0. Seinna málið hjá honum, sum hann skoraði eitt gott korter fyri tíð, var sera væl úr hondum greitt.
Ein langur og kanska tilvildarligur bóltur endaði frammi í høgru síðu, og við fleiri litavum rennandi rundan um seg dróg Eiður Guðjohnsen inn móti miðjuni, fyri síðani at smekka til ein metur uttan fyri litaviska brotsteiginum ? og so var 3-0.

Brendi brotsspark
Sum um Chelsea-spælarin ikki hevði gjørt nóg mikið, fekk hann enntá í síðsta minutti gyltasta møguleikan at skora hat-trick, tá Ísland fekk brotsspark. Men hesa ferð var Eiður Guðjohnsen ikki nóg kaldur, og brotssparkið fór upp um málið.
Kortini man eingin ivi vera um, at íslendingar eru sera fegnir um avrikið hjá honum og hinum í dystinum mikukvøldið, og mest av øllum munnu teir fegnast um, at aftasta plássið ikki longur er teirra.
Við sigrinum fór Ísland upp um bæði Litava og Føroyar, og er nú á triðja plássi ? aftan fyri Týskland og Skotland.