Útlendingamálið
Sum tað framgongur aðra staðni á hesum síðum, so tykjast tey í VB framvegis ikki vilja gera nýtslu av útlendsku leikarunum, sum óviljað endaðu í sentrum av útlendingamálinum í føroysku hondbóltskappingini.
Í ítróttartíðindunum leygarkvøldið staðfesti Bogi Mortensen, at so leingi málið er parkerað, so vilja tey ikki nýta leikararnar.
- Vit vilja binda um heilan fingur, vóru boðini, sum formaðurin í hondbóltsdeildini hjá VB hevði at bera, tá hann varð spurdur um, hvørt tey framvegis ikki kundu gera nýtslu av leikarunum.
Í hesum blaðnum skrivaðu vit annars í farnu vikuni, at nú kundu tær báðar útlendsku kvinnurnar loksins fara at spæla hondbólt aftur, og sambært kappingarnevndini hjá HSF, so tykist tað heldur ikki vera nøkur forðing fyri, at so kann verða.
- Nú hava vit als ikki viðgjørt hetta málið, men sjálvur rokni eg ikki við, at tað kann koma upp á tal at frádøma VB nøkur stig. Heldur ikki um tað skuldi víst seg, at leikararnir ikki hava loyvi at vera í Føroyum. sigur Julian Olsen vegna kappingarnevndina.
- Einastu ferð, at vit hava verið íblandaðir málinum, var tá leikloyvið varð útskrivað til VB. Tá kannaðu vit eftir, hvørt leikararnir vóru leysir av fyrrverandi feløgunum, og hvørt skiftið var í tráð við EHF-reglurnar, og annað enn tað hava vit so ikki gjørt, sigur hann.
Ikki upp til fútan
Spurningurin hevur annars verið reistur, hvørt VB kann dømast at missa stigini, sum tær hava fingið við útlendsku leikarunum á liðnum, um fútin skuldi komið til ta niðurstøðu, at leikararnir skulu av landinum, og at tær ongan tíð hava havt loyvi at spæla við VB.
At byrja við vóru boðini frá fútanum annars, at tær ikki kundu spæla hondbólt her á landi, tá tær ikki høvdu arbeiðsloyvi. Men hóast hesa rættarligu staðfesting, so ber illa til at ímynda sær, at hesi boðini verða fylgd á stigatalvuni.
Sum útinnandi valdið innan hondbóltin er tað fyrst og fremst HSF, sum ger av, hvørt leikarar hava loyvi at spæla í kappingini ella ikki, og tað hava tær báðar VB-kvinnurnar. Um tær so hava loyvi at vera í landinum ella ikki er eitt heilt annað mál, sum kann viðføra útvísing og mist leikloyvi. Men tað er í øllum førum ilt at ímynda sær, at ein frátøka av leikloyvinum kann gerast við afturvirkandi kraft.