HB-leiðslan hevði boðað til tíðindafund fríggjamorgunin. Umframt at sáttmálið við Nocko Jokovic varð undirskrivaður, so boðaði leiðslan í HB, at rumenski venjarin, Ion Geolgau, er settur úr starvið.
Orsøkin til brádliga venjaraskiftið, sigur leiðslan verða at nú mátti okkurt henda, um meistaraheitið ikki skuldi fella teimum av hondum. HB-leiðslan vildi eisini nýta høvið til at takka Ion Geolgau fyri tað, hann hevði gjørt fyri felagið, og at hetta var ein heldur keðiligur endið uppá eitt so annars gott samstarv.
Ion Geolgau vann greipuna fyrsta árið, hann var í HB, men síðani hevur gingið eitt sindur striltið. Tvær steypafinalur hevur hann tapt, og i 2000 fekk eitt annað pláss í føroysku landskappingini.
HB tapti á Ólavsøku steypafinaluna, og av seinastu seks dystunum, eru fýra taptir, og hóast felagið liggur bert eitt stig frá oddaliðnum NSÍ, so hevur leiðslan avgjørt at seta venjaran úr starvi.
Eisini koyrdur í fjør
Ion Geolgau var eisini koyrdur í fjør, men tað gjørdist stokkut, tí eftir bert ein dyst, sat rumenin aftur á beinkinum hjá HB. Tá vóru tað serliga spælararnir, ið vóru ónøgdir við, at leiðslan hevði sett hann frá, og tí vendi hann aftur.
Hvussu spælarnir hava tað hesaferð, vildi leiðslan í HB ikki rættiliga svara uppá, men svaraði bert, at hetta var ein avgerð, sum leiðslan hevði tikið, og at bert einstakir spælarar á 1.liðið vórðu tiknir til ráðs.
Hvat nú hendir við Ion Geolgau er ilt at spáa um, men um hann velur at vera verandi í Føroyum, so er tað heilt vist, at hann gongur ikki arbeiðsleysur leingi, tí flest øll mugu ásannað, at rumenin er dugnaligur venjari.
Kári Nielsen tekur yvir
Hjálparvenjarin hjá Ion Geolgau, Kári Nielsen, skal hava ábyrgdina av 1.liði restina av kappingarárinum. Hann er gamal í garði, og sambært leiðsluni hevði tað stóran týdning, at tað var ein sum kendi felagið, sum nú tók við róðrinum. Eisini vísti leiðslan í HB á, at Kári er vællýddur, og at spælararnir hava neyðugu respektina um hansara persón.
Mátin HB loysir venjara trupulleikarnir, líkjast ikki sørt tí, sum Brøndby nýtti fyrr í vár. Hóast liðið lá væl fyri, so varð eisini nýggjur venjari settur í úrtíð, og nú fer bara framtíðin at vísa um, tað fer gangast líka væl hjá HB, sum tað gjørdi hjá Brøndby fyrr í summar.