Seinastu mongu árini hava heilsumyndugleikarnir sagt, at børn undir trý ár skulu drekka feita mjólk (søtmjólk). Nú siga somu myndugleikar, at eitt til trý ára gomlu børnini skulu drekka hálvskúmaða mjólk. Hetta stendur í frágreiðingini »Børn, fedt og hjerte-kar-sygdomme«, sum danska Føðsluráðið (Ernæringsrådet) hevur gjørt.
Sambært formanninum í Føðsluráðnum, Arne Astrup, minkar vandin fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur seinni í lívinum, um børn drekka minni feita mjólk. Hann sigur, at longu í heilt ungum árum verður grundalagið fyri sjúkum lagt, og tá ið børnini eru komin í skúlaaldur, hevur helmingurin av teimum feittrípur í æðrunum.
Kortini nýtast foreldur ikki at óttast feitu mjólkina. Fyri tað fyrsta sigur frágreiðingin einki um, at feita mjólkin er beinleiðis heilsuskaðilig. Harumframt skulu smábørnini enn hava eins nógv feitt sum fyrr, munurin er bert, at nú skulu tey ikki hava ov nógv mettað feitt.
? Føðsluráðið metir ikki, at visundarligt grundarlag er fyri at broyta núverandi tilmælini fyri hvussu nógv feitt børn skulu hava. Kortini vísir ráðið á, at nøgdin av mettaðum feitti til smábørn eigur at vera ájavnt við nøgdina til vaksin, sigur Kim Fleischer Michaelsen, professari dr.med. Han er formaður í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt frágreiðingina ?Børn, fedt og hjerte-kar-sygdomme?.
Føðsluráðið hevur ikki funnið nakran samanhang millum hvussu nógv feitt børnini eta og um tey verða feit. Arne Astrup sigur tó, at talið av feitum tvey til trý ára gomlum er hækkað seinastu árini.
Eingin vandi er fyri at børninin verða ov rak, um bara tey fáa meira enn 25 energifeittprosent (E%). Vandi kemur í um børn fáa kost við skúmaðmjólk og mosi ella greyt við ongum feitti í. Tí verður enn tilmælt, at koyra eina teskeið av olju ella margarini í matin hjá børnum yngri enn eitt ár.
Frá barnið er eitt ár, eigur tað at eta sama mat sum familjan, og annars at drekka ein hálvan litur av hálvskúmaðari mjólk dagliga.
Eisini hálvskúmað mjólk til føroysk smábørn
Heilsusystur Bjørghild Djurhuus úr Havn sigur, at heilsusystraskipanin í Føroyum vanliga fylgir tilmælum, sum koma frá almennum donskum heilsustovnum.
Oftast ganga nakrir mánaðir áðrenn vit seta tilmælini í verk her hjá okkum, men vit fara heilt vist eisini at tilmæla hálvskúmaða mjólk til børn millum eitt og trý ár, meðan børn yngri enn eitt ár framhaldandi skulu hava søtmjólk, sigur hon við brúkarateigin.










