Vánaliga búskaparstýringin seinastu árini hevur rent føroyska búskapin fastan - tí hevur Sambandsflokkurin seinasta árið arbeitt við eini Heildarætlan sum kann fáa búskapin aftur á rætt lag. Nú liggur ætlanin klár, og Sambandsflokkurin er klárur til at fáa skil aftur á búskapin.
Tá val var seinast, fyri bert 17 mánaðum síðani, bleiv ferð eftir ferð ávara um, at hóast búskapargongdin var einanstandandi góð í Føroyum, so var stýringin av Landshúsarhaldinum út av lagi vánalig.
Floymdi inn í kassan
Ein búskaparvøkstur hevur sjálvandi við sær, at inntøkurnar hjá landskassanum vaksa sera nógv. Tá búskaparvøksturin seinasti árini hevur verið einastandandi høgur, hevur hetta sjálvsagt viðført, at peningur hevur floymt inn í landskassan. Einki undarligt er í hesum.
Frá fullveldissamgonguni varð sagt, at hetta var tekin um skilagóða búskaparstýring. Í dag vita øll at hetta als ikki var sannleikin - hetta var einans tekin um góðan búskaparligan byrð við høgum fiskaprísum og góðari fiskanøgd. Hetta hevði als einki við búskaparstýringina at gera.
Eingin botnur
Hóast tað floymdi inn í landskassan, so floymdi tað enn skjótari út aftur. Aldrin áður í Føroya søgu hava almennu útreiðslurnar vaksið so nógv eftir so stuttari tíð. Tá so samgongan harafturat í ovurkæti valdi at skerja blokkstuðulin heilar 366 mió kr. í einum, reyk botnurin undan landskassanum!
Ofta var ávara um at niðurskurðurin var ov stórur og at búskapargongdin kundi venda - einki nyttaði.
Heildarætlan
Tá tað eftir valið á vári 2002 gjørdist greitt, at samgongan fór at halda áfram við vánaligu búskaparstýringini og uttan iva fór at renna búskapin fastan, valdi Sambandsflokkurin at fara undir eina Heildarætlan fyri búskapin - eina vinnulívsstrategi, sum skal leggja eina nýggja og sunnari kós fyri føroyska búskapin.
Heildarætlanin er ein samlað strategi, sum skal fáa kappingarførið í føroyska búskapinum á rætt kjøl aftur.
Ætlanin klár
Í dag hevur samgongan sæð at kósin hevur verið púra skeiv og hevur tískil funnið umberingarnar fram, so teir kundu slíta samgonguna.
Tíbetur er Heildarætlanin klár, og klárt er at fara til verka við at leggja eina nýggja og betri kós.
Heildarætlanin strembar eftir hægri framleidni (produktiviteti) í føroyskum vinnulívi, og móti skapan av nýggjum vinnum. Sambandsflokkurin vil fremja nýskipanir og skapa góðar og tryggar rammur til vinnuna, sum gevur vinnuni góðar vakstrarmøguleikar.
Sambandsflokkurin leggur hervið upp til ein langsiktaðan reform av teimum viðurskiftunum sum eru avgerandi fyri okkara framtíðar vælferð.










