við nøkrum nýggjum útlendskum leikarum, tí ein av slagnum er bara ikki nokk í kvinnuhondbólti í dagsins Føroyum. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 29-22 (14-13) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 13(4), [...] gekk. Við einføldum spæli í álopsspælinum fingu tær ferð eftir skapt pláss til Melicu Ergic, og tá hon fær loyvi at skjóta, so er hon avgjørt ein av vandamestu bakspælarunum í landinum. Soleiðis hevði StÍF [...] heimaliðið aftur undan steðginum, men tað var tó skjótt, at Neistin í seinna hálvleiki staðfestu, at tær ikki ætlaðu sær at missa stigini. Í verjuni var spælið nú nógv betri skipað, og ferð eftir ferð gav
himmal er«. Nú varð avgerð tikin um at taka upp í Føroyum, tí studioviðurskiftini vóður eisini batnað her heima um tað mundið. Upptøkurnar vórðu gjørdar hjá REMA í Runavík við føroyskum tónleikarum og sangarum [...] familjan staðið saman sum ein eind og verið við í hesum andaliga verki. Finnur er í dag 75 ára gamal og still going strong. Hóast sjúku seinastu tíðina, so er hann í dag so mikið væl fyri, og kann saktans vera [...] sangin »Undurfulla land«, ið á ein hátt gjørdist ein sonn landaplága fyrst í áttatiárunum. Fyrsta plátan var innspæld yvir í Oslo við norskum tónleikarum, tó so at Brandur Øssurson og Victor Carlsen vóru
in vaksin, og nú selja teir bilarnar í fleiri evropeiskum londum. Nú eru teir so eisini komnir til Danmarkar og til Føroyar. Heilt ókendur er LDV ikki í Føroyum. Í nøkur ár hevur Litaval á Hjalla havt [...] LDV Limited er ein sjálvstøðug bilverksmiðja í Birmingham í Onglandi. Verksmiðjan, sum byrjaði at gera LDV bilar í 1993, hevur søguligar røtur aftur til Wolsley Motors og hava verið partur av Morris Motor [...] gjørdar undir framleiðsluni av bilinum í samráð við kundan, soleiðis at sleppast kann undan at broyta ein bil sum annars er liðugt gjørdur. Bilarnir koma at liggja sera væl í prísi og vera harvið væl kappingarførir
rðin og Telefonverkið í Havn. Seinastu árini er nógv av gomlu trøunum, sum stóðu fram við Havnará frá Tinghúsvøllinum niðan móti Ebenezer, feld. Fleiri fóru í ódnini í 1988, og í dag standa bert tvey av [...] trøini sum standa í urtagørðum ? ella tey, sum fáa frið, klára seg betur. Men býargartnarin hevur plantað fleiri stór ahorntrø, sum eru um seks metur høg ? í gamla Kommunuskúlagarðinum og í Gongugøtuni. Hesi [...] vatni. Tískil eru røturnar rotnaðar, og trøini doyggja spakuliga. Gjøgnum árini eru nógv trø feld í miðbýnum í Havn. Michael Jacobæus sigur, at vit mugu sláa okkum til tols við, at hetta er verðins gongd.
hevur í veruleikanum ikki ein livandi kjans at vera í Danmark, áðrenn fríggjadagsflogfarið fer avstað. Sjálvt ikki, um teir fóru av stað beint eftir dystin. - Tí kunnu teir ikki verða í Føroyum fyrr enn [...] Fótbóltur Sum nevnt í blaðnum í gjár, so var upp á tal at flyta landskappingardystin millum HB og NSÍ. Hóskvøldið staðfesti kappingarstjórin hjá FSF flytingina fyri Sosialinum, og grundgevingin fyri hesum [...] longu sunnudagin, sigur Børge B. Hansen, kappingarstjóri hjá FSF. Vita einki Sum vit eisini nevndu í blaðnum í gjár, so er málið endað hjá FSF, tí runavíkingar ikki vóru sinnaðir at flyta dystin, tá HB spurdi
aldri føðilandið, og var næstan hvørt summar heima í Føroyum á vitjan og seinast var í juni í ár. Honum dámdi væl at vera saman við familju og kenningum í bæði gleði og gleim. Sangir yrkti hann nógvar, ið [...] Sera gott mál hevði Eskhild at syngja við. Seinasta vit báðir vóru saman var í juni mánaða í ár, tá vit vóru í studentaveitslu í familjuni. Har hevði hann tað gott og var saman við familjuni og har sang hann [...] 3. oktober andaðist bróður mín, Eskhild Hansen, 81 ár. Hann var ættaður úr Sumba, men búði í Sandgerði í Íslandi tað mesta av sínum lívi, har kona hansara Svava eisini var frá. Hon doyði fyri fáum árum
sjúkrahús- og heilsuøkinum. Í øllum hesum málum o.ø. við tykist tað okkum skilaleyst av avsiga okkum hesi rættindi, við at avsiga okkum samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Í Javnaðarflokkinum eru vit fullgreið [...] donsku stjórnina, ST ella nakran annan um. Hesi tjóðarrættindi eiga vit, eisini í tí ríkisfelagsskapi, sum vit eru ein partur í. Hóast aðrir gera tað til sína politisku missión at skapa rumbul og hurlivasa [...] fyri norðurlendskum samstarvi. Men serliga hava vit brúk fyri einum tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Her hava vit í dag stórar ítøkiligar fyrimunir á t.d. útbúgvingarøkinum, sum sjálvandi fyrst og fremst
skúlarnir aftur. Fleiri hundrað børn og ung fara út aftur í ferðsluna. Nøkur av hesum fara í skúla fyri fyrstu ferð. Sum øllum kunnugt er ferðslan í Føroyum stór og sera nógvir bilar eru á vegunum. Við skúlaársbyrjan [...] nógvari og harðari ferðslu merkja, at børn og ung á veg í skúla og støðugt eru í vanda í tí nógvu ferðsluni. Tað liggur ein sera stór ábyrgd á øllum pørtum í sambandi við ferðslutrygdina hjá børnum og ungum. [...] Skúli og heim eiga at samstarva um at læra børnini at vera ansin í ferðsluni, at nýta súkluhjálm o.m.a. Bilførarar eiga at vísa fyrilit og at ansa eftir ferðini, serstakliga har nógv skúlaferðsla er.
at skúlar kring landið fara at gera nýtslu av einasta skúlaskipinum í Føroyum í dag. Tey, ið hava hug at leiga Dragan, kunnu seta seg í samband við Hans Eli Hansen á tlf. 456661. Hans Eli leggur dent á, [...] liðugur við kei í Klaksvík. Hann skal nýtast til útferðir frá nú og til skúlin byrjar aftur í august. Tá fer hann so at standa sínar fyrstu royndir sum skúlaskip. Hans Eli Hansen, formaður í stuðlafelagnum [...] um Dragin, er ein sera fegin maður í dag. Í mong ár nú hevur hann glett seg til henda dagin, tá skipið endiliga fekk loyvini og kann setast í brúk. ? Nú vóni eg bara, at øll fara at fáa gleði av skipinum
Ein av mongu skúlastjórunum í Føroyum, sum í løtuni situr við nýggju ársverksskipanini, er Ásmund Lamhauge stjóri á Runavíkar Skúla. Runavíkar Skúli er ein av størstu skúlunum í landinum, og tað skal tí ein [...] kvotan er 120 tímar í miðal fyri hvønn lærara, verða tað fleiri lærarar, ið mugu taka til takkar við minni, og tað er óheppið, metir Ásmund Lamhauge. Stór avbjóðing Hóast skúlastjórin í Runavíkar Skúla metir [...] átti at verðið útsett eitt ár, so er hann ikki í iva, at skipanin er ein stór og spennandi avbjóðing fyri skúlaleiðslurnar og lærararnar kring landið. Hann er í løtuni ígongd við at leggja tey síðstu skemaðini