Ein av mongu skúlastjórunum í Føroyum, sum í løtuni situr við nýggju ársverksskipanini, er Ásmund Lamhauge stjóri á Runavíkar Skúla. Runavíkar Skúli er ein av størstu skúlunum í landinum, og tað skal tí ein drúgv tilrættarlegging gerast fyri komandi skúlaár. Ásmund Lamhauge er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvat hann heldur um nýggju ársverksskipanina.
? Vit áttu avgjørt at bíða eitt við ársverksskipanini, tí vit eru ikki tilreiðar enn. Mentamálaráðið er komið alt ov seint við broytingini, og tí verður tað torført at fáa leggja nýggju skipanina til rættis, sigur stjórin í Runavíkar Skúla.
Ógreiðar meldingar
Ásmund Lamhauge fílist á, at Mentamálaráði hevur meldað ógreitt út víðrvíkjandi ársverksskipanini.
? Taka við spurningin um tað vit kalla niðurskurð, so fingu vit av fyrstani tíð at vita, at 120 tímar vórðu settir av til menningartiltøk, men skúlaleiðslurnar mótmæltu, og fingu lovað, at 150 tímar vórðu avsettir. Kortini boðar Mentamálaráði frá. at tað verða 120 tímar í miðal fyri lærararnir avsettir, greiðir skúlastjórin frá.
Ásmund Lamhauge vísir á, at ógreiðu meldingarnar, gera tað torført at leggja eina ætlan til komandi skúlaár, og tað darvar arbeiðinum.
Á Runavíkar Skúla eru tey í tí støðu, at skúlin komandi skúlaár fer at hava fleiri fjøllbrekaðar næmingar, sum krevja ein ávísan tørv. Hetta krevur, at eini 6-8 lærarar mugu seta nógva tíð av til ráðlegging, fundarvirksemi og skeiðvirksemi, og tá kvotan er 120 tímar í miðal fyri hvønn lærara, verða tað fleiri lærarar, ið mugu taka til takkar við minni, og tað er óheppið, metir Ásmund Lamhauge.
Stór avbjóðing
Hóast skúlastjórin í Runavíkar Skúla metir, at arsverksskipanin átti at verðið útsett eitt ár, so er hann ikki í iva, at skipanin er ein stór og spennandi avbjóðing fyri skúlaleiðslurnar og lærararnar kring landið.
Hann er í løtuni ígongd við at leggja tey síðstu skemaðini hjá lærararunum fyri komandi skúlaár, og fríggjadagin, tá lærararnir fara í summarfrí, fáa teir oyðipapír, har teir skulu gera eitt uppskot til virksemisætlanina fyri komandi skúlaár. Ásmund Lamhauge fer síðan at hyggja nærri at uppskotunum hjá hvørjum einstøkum lærara, og saman fara teir leggja endaligu virksemisætlanina til rættis, áðrenn skúlarnir byrja aftur 18.august.
Myndtxt: Stjórin á Runavíkar Skúla, Ásmund Lamhauge, metir skipanin við ársverki skuldi verðið útsett eitt ár. Kortini metir nýggju skipanina verða avbjóðandi fyri lærarar og skúlaleiðslur kring landið.
Mynd: Savnsmynd