Tað fellir mongum fyri bróstið at síggja menn fella gomul trø ? soleiðis var eisini gjáramorgunin, tá menn feldu eitt av gomlu royntrøunum millum Sparikassagarðin og Telefonverkið í Havn.
Seinastu árini er nógv av gomlu trøunum, sum stóðu fram við Havnará frá Tinghúsvøllinum niðan móti Ebenezer, feld. Fleiri fóru í ódnini í 1988, og í dag standa bert tvey av teimum eftir, og tey standa beint aftan fyri kioskina hjá Astu.
Michael Jacobæus hjá býargartnaranum í Havn sigur, at hesi trøini ikki hava tað so gott. Tá Havnará varð løgd undir heilt, varð stoyptur kassi oman á ánna. Hetta hevur við sær, at røturnar til trøini standa undir vatni. Tískil eru røturnar rotnaðar, og trøini doyggja spakuliga.
Gjøgnum árini eru nógv trø feld í miðbýnum í Havn. Michael Jacobæus sigur, at vit mugu sláa okkum til tols við, at hetta er verðins gongd. Summi trø klára seg betur enn onnur, men vit mugu bara royna at planta nýtt so hvørt ? tí eitt er vist, at trøini eisini hava sína tíð.
Hann vísir á, at stóru ahorntrøini, sum standa framman fyri Gamla Bókhandil er um 150 ár.
? Aðrastaðni vita vit, at ahorntrø gerast upp til 600 ára gomul, men hvussu tað er í Føroyum, vita vit av góðum grundum ikki, sigur hann. Býargartnarin hevur annars fleiri ferðir tikið av trøunum við Bókahandilin, so krúnan ikki gerst ov høg, og hetta hjálpir væl, sigur Michael Jacobæus.
Hóast ahrontrøini miðbýnum ikki hava tær bestu liviumstøðurnar, so klára tey seg eftir umstøðunum væl. Michael Jacobæus vísir á, at tey trøini sum standa í urtagørðum ? ella tey, sum fáa frið, klára seg betur. Men býargartnarin hevur plantað fleiri stór ahorntrø, sum eru um seks metur høg ? í gamla Kommunuskúlagarðinum og í Gongugøtuni. Hesi klára seg væl, og av tí at tey eru so stór, so klára ótangar ikki eins væl at bróta tey.
Stóra træið, sum stendur framman fyri trappuna hjá Ebenezer, varð tikið úr viðarlundini fyri eini 15 árum síðani. Tað var tikið upp við rót saman við einum rúmmetri av mold eina náttina, og plantað framman fyri Ebenezer ? og tað klárar seg væl, sigur Michael Jacobæus, sum leggur afturat, at býargartnarin sjálvandi heldur eyga við trøunum og roynir at planta nýtt innímillum, so tað ikki verður so tómligt, tá stóru trøini fara.










