LDV Limited er ein sjálvstøðug bilverksmiðja í Birmingham í Onglandi. Verksmiðjan, sum byrjaði at gera LDV bilar í 1993, hevur søguligar røtur aftur til Wolsley Motors og hava verið partur av Morris Motor, British Leyland og DAF Trucks Groups.
Fyrstu tíðina seldu teir bert LDV bilar til heimamarknaðin, men so hvørt sum verksmiðjan er ment og nútímansgjørd er eftirspurningurin vaksin, og nú selja teir bilarnar í fleiri evropeiskum londum. Nú eru teir so eisini komnir til Danmarkar og til Føroyar.
Heilt ókendur er LDV ikki í Føroyum. Í nøkur ár hevur Litaval á Hjalla havt ein LDV kassavogn, sum teir hava brúkt til flutning millum Hoyvík og deildina hjá Litaval á Tvøroyri.
Bilarnir, sum koma hendan vegin, verða Convoy serian hjá LDV. Teir verða gjørdir í nógvum ymiskum útgávum, sum t.d. vøruvognar frá 3,1 til 4,1 tons, sum chassis við last og einkultari ella dupultari kabinu, og sum minibussar til upp til 17 persónar.
Umframt omanfyri nevndu útgávur kunnu teir skaffast í nógvum ymiskum sergjørdum útgávum. SVO er ein deild á LDV-verksmiðjuni, sum umbyggir bilarnar eftir ynski kundans. Tað kann vera alt frá lyftum, dragihurðum, skottryggum glasi, minifongslum til politibilar, ella hvat tað skal vera. Umbyggingarnar vera gjørdar undir framleiðsluni av bilinum í samráð við kundan, soleiðis at sleppast kann undan at broyta ein bil sum annars er liðugt gjørdur.
Bilarnir koma at liggja sera væl í prísi og vera harvið væl kappingarførir við aðrar líknandi bilar á marknaðinum. Sum dømi kunnu vit nevna at ein 3,1 tons vøruvognur, langur við høgum taki, kostar 171.640 kónur u. MVG og ein Minibussur við 17 sitiplássum kostar frá 200.440 krónum u. MVG. Motorurin er ein 2,4 litur 4 syl. turbodiesel við intercoolara. Sum standard eru bilarnir útgjørdur við t.d. ABS bremsuskipan (EBD á øllum úgávunum uttan 3,1 tons), elektroniskari startsperru, sentrallási, el-rútum, el-síðuspeglum við hita, og forsetur sum kann stillast allar vegir.
Danskir motorjournalistar siga, at bilarnir eru sera væl samansettir, og teir eru økonomiskir.
Frá Auto Trade verður sagt, at LDV bilarnir verða handaðir við besta garantiinum á marknaðinum, 4 ár / 250.000 km, og at kostnaðurin av viðlíkahaldi er sera lágur samanborið við aðrar líknandi bilar, 24.000 km / 1 ár millum eftirlitini. Motorarnir hava ikki tannreim men viðlíkahaldsfríða ketu.
Fyrstu LDV-bilarnir væntast einaferð í komandi mánað.