Avgerð og ábyrgd er okkara

Góðu landsmenn og kvinnur. Um eg nú spyrji tykkum: eru vit føroyingar ein tjóð, so finst neyvan ein einasti tykkara millum, sum ivast í tí.

 

Og hetta er eisini av av grundarstein-unum fyri politiska virkseminum hjá Javnaðarflokkinum, at Føroyar eru tjóð, og at tað er ikki bara okkara rættur, men eisini okkara skylda, sjálvi at gera av, hvussu vit skipa okkara samfelag inneftir og viðurskiftini úteftir við onnur lond. Hetta er ikki ein rættur vit biðja donsku stjórnina, ST ella nakran annan um. Hesi tjóðarrættindi eiga vit, eisini í tí ríkisfelagsskapi, sum vit eru ein partur í. Hóast aðrir gera tað til sína politisku missión at skapa rumbul og hurlivasa burtur úr okkara støðu sum tjóð, so er tað kortini fullkomiliga greitt, at tað sum vit vilja, tað avgera vit sjálv, og eingin forðar okkum í tí. Um tað t.d. nú var so, at fjøldin av Føroya fólki stóð aftan fyri eitt politiskt ynski um at fara úr Ríkisfelagsskapinum og skipa okkum sum sjálvstøðugt ríki, ella skipa okkum sum ein sjálvstøðug tjóð innan fyri ríkisfelagsskapin, so forðar eingin okkum í tí. Tað kann verða júst so, sum vit sjálv vilja. Tað var júst tað, sum eisini varð staðfest samtykt á fólkatingi tann 10. mai 2001, sum meir enn 90% av tinglimunum atkvøddu fyri.

Tað er okkara mál og tað er eisini okkara ábyrgd at virka fyri, at Føroyar koma at standa á egnum beinum, búskaparliga og politiskt. Tað er so sjálvsagt, at tí hava vit brúk fyri altjóða samstarvi, og vit hava brúk fyri norðurlendskum samstarvi. Men serliga hava vit brúk fyri einum tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Her hava vit í dag stórar ítøkiligar fyrimunir á t.d. útbúgvingarøkinum, sum sjálvandi fyrst og fremst er av veldugum týdningi fyri okkara unga fólk. Og vit hava fyrimunir á arbeiðsmarknaðinum, á tí sosiala økinum, á sjúkrahús- og heilsuøkinum. Í øllum hesum málum o.ø. við tykist tað okkum skilaleyst av avsiga okkum hesi rættindi, við at avsiga okkum samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

Í Javnaðarflokkinum eru vit fullgreið yvir, at tað verður eitt strævið og tógvið stríð at vinna Føroyum búskaparligt sjálvbjargni við einum minkandi ríkisstuðli, samstundis sum vit skulu ikki bert varðveita, men eisini betra um tað føroyska vælferðarsamfelagið. Tí hava vit brúk fyri góðum og tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapi ? eisini fyri at eiga møguleikan at finna einstakar og solidariskar loysnir, tá tær ytru umstøðurnar, náttúran ella marknaðurin ikki eru okkum til vildar.

Hetta samstarvið vil Javnaðarflokkurin fremja í einum broyttum og meira rúmsáttum ríkisfelagsskapi ímillum sjálvstøðug og javnbjóðis lond.