flutningsvirksemið til Ansni Hesi seinastu trý árini hevur Bilrøkt og Bilrøkt Fastogn, sum eigur sjálvan bygningin húsast verður í, havt eitt avlop áðrenn skatt upp á eina góða milljón krónur [...] Feðgarnir Jákup og Heini á Borg Hava Hesi seinastu 10 árini rikið Bilfyritøkuna Bilrøkt, sum heldur til í Stiðjagøtu í Havn. Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum. Teir byrjaðu í tí smáa, og [...] prosentum í 2014, tá samanborið verður við árið frammanundan. Í 2008, mitt meðan kreppan leikaði upp á tað harðasta, keypti Bilrøkt bygningin, har húsast verður. Síðan er bygningurin dagførdur og útbygdur
Fyrst í hesi vikuni vitjaði Vikublaðið í Saltsiloini á Drelnesi, har fleiri arbeiðstakarar eru um hesa stóru byggiverkætlan. Verkætlanarleiðari er Tummas Sørensen, sum eisini er býarverkfrøðingur hjá Tvøroyrar [...] langa tíð. Hesin parturin verður innilokaður við elementum, sum eru um at verða liðug og verða sett upp fyrsta dagin. Haraftrat skal sjálvt takið hava eitt papplag aftrat, sum skal brennast niðuryvir. Gamla [...] umvæla og pynta betongið í støðum, men annars verða veggirnir innan, soleiðis sum teir hava verið øll hesi árini. Veggirnir verða reinsaðir og skulu í størst møguligan mun standa óbroyttir. Verkætlanarleiðarin
er eftirspurt víða um lond. Higartil hevur fyritøkan selt aliljósini í 11 ymiskum londum, og millum hesi eru so fjarskotin lond sum Tasmania og Rusland. At JT Electric selir aliljós av landinum, er tó ikki [...] tað var síðsta vár, at JT electric sendi tey seinastu 100 aliljósini til alifyritøkuna í Tasmania. - Hesi alarin - www.huonaqua.com.au - keypti fyrst 80 aliljós úr Føroyum. Tað vísti seg, at tá ein herviligur [...] apríl, og flutningurin tók níggju vikur. - So fyrst í juli fingu tey ljósini í Tasmania og settu tey upp beinanvegin, leggur hann aftrat. Søluleiðarin sigur, at alifyritøkan í Murmansk, sum herfyri fekk plattar
vísir seg, at kvinnur hava truplari við at spara upp til pensjón enn menn, staðfestir Jónleif Johannesen. Barsilsskipanin hevur givið stórt avlop hesi árini, men higartil er tað ikki komið skipanini til [...] til góðar, men er farið á fíggjarlógina. Tilsamans hevur yvirskotið verið 57 milliónir hesi seinastu árini, og tað er alt farið á fíggjarlógina. Men nú ætlar Johan Dahl at broyta skipanina so at yvirskotið [...] broyting er nú, meðan skipanin er í eini líðandi tilgongd. At bíða til eftirlønargjaldið er komið upp á 15 prosent, og tá rópa um, at eingir pengar eru til eftirlønargjald í barsilskipanini, er ein skeiv
at kunna kirkjuráð og almenningin um hesi viðurskifti, um lógina, reglugerð og skipan, í tí vón, at hetta fer at styrkja kirkjuráðini í teirra støðutakan til hesi viðurskifti. Trýst her fyri at lesa greinina [...] Eftir at ávíst kjak stakk seg upp um konsertina hjá Marius í Eiðis kirkju, hevur Jógvan Fríðriksson, biskupur, skrivað eina grein um tign fólkakirkjunnar á kirkjan.fo. Tað hevur í nógv ár verið vanligt [...] tíðin búgvin, at taka eitt kjak hesum viðvíkjandi. Biskupur vísir á, at spurningar hava tikið seg upp, so sum “Nær fara vit ov langt, og hvagar gongur leiðin?” Onkur hevur sóknast eftir eini fráboðan frá
meldaður til bakmansløgregluna, sigur Marner Jacobsen, sum var forstjóri í gamla Eik Banka í árunum upp til húsagangin tann 30. september 2010. Í farnu viku viku boðaði Fíggjareftirlitið frá, at tað hevði [...] seg hava eina góða sak. Fíggjareftirlitið kundi tó ikki siga nakað um hvønn tey hava meldað, ella um hesi eru partur av nevnd ella leiðslu í Eik Banka ella Eik Banka Danmark. Í greiningunum, sum viðvíkja [...] hátt, ið er ábyrgdandi, og at uttanveltað grannskoðan átti at verðið løgd fyri grannskoðaranevnið«. Í hesi greining hjá Carsten Fode av Eik Banki P/F, sum víst verður til, vórðu forstjórin, fleiri av fyrrverandi
hittast klokkan trý í Sjónleikarhúsinum, har Jóannes Dalsgaard, fyrrverandi løgtingslimur, fer at leggja upp til orðaskifti. Eitt pallborð við fyrrverandi SU´arum fer at skifta orð um javnaðarhugsjónina og hvørja [...] ungsosialistarnir vóna, at limir í SU, politikkarar og álitisfólk floksins, valevni og limir møta upp og fáa íblástur, nú borgarliga rákið rekur á kíkin. “Vit, ið vóru virknir SU'arar í sjeyti- og áttatiárunum [...] Hallsteini Sigursson. Tey vóru øll virkin síðst í 70-árunum og í 80-árunum. SU var rættiliga virkið hesi árini og t.d. vóru eini 30 SU´arar á politiskari legu í Svøríki í 1979. Felagið skipaði fyri nógvum
vaksið eitt prosent. Tann sera lítli vøksturin í Sandoyar sýslu svaraði til ein vøkstur upp á 0,2 prosent. Hesi síðstu seks árini er fólkatalið vaksið nógv og tað sæst aftur í teimum flestu høvuðsøkjunum [...] í Suðuroy. Men gongdin hevur verið ójøvn hesi seinastu seinastu árini, har tað hevur skift millum vøkstur og minking – tó uttan at fólkatalið enn er komið upp um tað, sum tað var 1. januar 2014. Tí verða
síðani fyrst í januar, og ætlanin er at skeltini skulu koma upp í juni mánað í ár, soleiðis at ferðafólk eisini fáa ágóða av skeltunum part av hesi summarhálvuni. - Tørvurin at gera umfatandi kunning til ferðafólk [...] hevur í eina tíð arbeitt við verkætlanini ‘Støð’, sum hevur til endamáls at seta 24 kunningarskelti upp í øllum bygdum í norðoyggjum, har víst verður á sermerktu støðini í bygdini, sigur Olivia Døgg Frí [...] verkætlanarleiðari. -Eg havi innsavnað tilfar saman við heimildarfóki, sum kommunurnar hava víst mær á. Hesi eru fólk, sum eru kend á staðnum, og sum vita mest, tí tey eru har frá, og kunnu koma við søgum og
árið í ár er farið, er talið helst farið upp um 950 bilførarar, sum hava fingið hetta slagið av parkeringsbót. Uppgerðin hjá løgregluni vísir, at tað eru serliga hesi seinastu fimm árini, at nógvar bøtur eru [...] ár. Men síðani hevur talið á parkeringsbótum fyri at parkera á plássi til avlamisbil, ligið úr 138, upp í 169 bótum um árið. Bøturnar eru javnt býttar yvir alt árið, men tó vísir uppgerðin hjá løgregluni [...] har væl fleiri bøtur skrivaðar enn hinar mánaðirnar í árinum - og tað er at kalla galdandi fyri øll hesi seinastu sjey árini. Á løgreglustøðini í Havn ásanna tey, at tølini koma rættiliga óvart á tey tí