Í 2016 og í 2017 høvdu Føroyar eitt metstórt avlop í rakstrinum mótvegis umheiminum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Nýggja uppgerðin av gjaldsjavnanum, vísir, at rakstrarúrslitið var metstórt í 2016 og í 2017, men annars hevur raksturin givið stór avlop síðani 2013.
Rakstraravlopið fyri 2016 og 2017 er hækkað upp í góðar tríggjar milliardir, har tað var umleið 1,5 milliardir í 2014 og 2015.
Hagstovan sigur, at tað orsøkin til tað stóra avlopið er serliga, at útflutningurin av vørum hevur verið stórur í 2016 og 2017. Og fremsta orsøkin til tað, at útflutningurin av aldum laksi og uppsjóvarfiski, hevur verið stórur, og tað veksur um ognina av fremmandum gjaldoyra.
Eitt nú var útflutningsvirðið av laksi umleið eina milliard krónur størri í 2017 enn í 2015. Men størri inntøkur av at selja tænastur til umheimin, eitt nú í sambandi við ferðavinnu og flutning, hava eisini gjørt, at hallið á tænastujavnanum er minkað.
Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum.
Hagstovan sigur, at tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur og av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini.
Í uppgerðini fyri 2016 og 2017, er hallið á tænastujavnanum ávikavist 289 og 384 milliónir, og sostatt er hallið á tænastujavnanum nakað lægri í 2016 og 2017 enn tað var frammanundan, sigur Hagstovan.
Tølini í hesi uppgerðini fevna um vøruhandil, tænastuhandil og inntøkuflytingar til og frá útlondum. Inntøkuflytingar eru lønarflytingar og ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgur í virðisbrøv og lánsbrøv, umframt rentur á innlán og útlán og vørukredittir og tænastukredittir.