Í dag hátíðarheldur Føroya størsti og elsti miðnámsskúli, studentaskúlin í Hoydølum, sín 75 ára dag.
Í hesum sambandi er opið hús í Hoydølum í dag frá klokkan 12-15, har øll eru vælkomin.
- Høvi verður at síggja skúlan, uppliva fakligar framsýningar hjá lærugreinunum, hoyra sang og tónleikaframførslur og síggja myndir frá søgu skúlans.
Klokkan 14 verður eitt tiltak í Samkomuhøllini á skúlanum, har Mikkjal Helmsdal, rektari, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, flyta fram røður, og løg úr næsta sangleikinum, Audition, verða framførd.
Eisini aðrir gestir fara at bera skúlanum heilsanir á hesi samkomuni.
Hesi 75 árini, skúlin hevur verið til, hava einir 5300 studentar og næstan 1200 HF-arar tikið prógv á skúlanum.
Skúlin hevur sostatt klakt tilsamans 7500 pisur.
- Hann hevur tí havt ein avgerandi leiklut í teirri menningini av útbúgvingarstignum hjá føroyingum hesa ¾ øldina, ið hann hevur virkað, sigur rektarin, Mikkjal Helmsdal.
Seinastu 40 árini er næmingatalið vaksið støðugt, uttan at karmarnir tó hava ikki fylgt við í sama mun.
Skúlin, ið varð bygdur fyrst í sekstiárunum til 12 flokkar og 280 næmingar, hýsir í dag 763 næmingum í 33 flokkum, umframt 110 starvsfólkum.
Ein nýggj lon varð bygd í 2010, men hon avloysti gomlu dreingjakostdeildina, sum varð tikin úr nýtslu, tí at hølini ikki livdu upp til grundleggjandi krøv um arbeiðsumhvørvi.
- Karmarnir í Hoydølum eru á ongan hátt nøktandi ella tíðarhóskandi, og tí er í tøkum tíma, at tað loksins eru útlit til, at byggingin av nýggjum miðnámsskúladepli í Marknagili nú verður veruleiki, sigur rektarin.
Umframt virksemið í Hoydølum, er eisini virksemið hjá Miðnámsskúlanum í Suðuroy formliga partur av Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.









