Í blaðnum í gjár staðfestu vit, at talan verðu um hall upp á hálva sjeyndu millión, tá roknskapurin fyri 2009 verður lagdur fram á aðalfundinum hjá FSF.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking til hesi tøl undan evstamarki okkara, men eftir døgurða í gjár segði virkandi aðalskrivarin, Virgar Hvidbro, at frávikini høvdu sínar avgjørdu orsøkir.
- Ein av tungu postunum er landsliðsarbeiðið, har frávikið er heilt stórt. Eisini um tær gott og væl fimm milliónirnar í bonus-upphædd verða frároknaðar.
- Her er ein stórur partur av frágreiðingini, at útreiðslur til A-landsliðið vóru óvanliga stórar í fjør. Vit høvdu ein nýggjan venjara, sum ikki er bíligari enn fyrrverandi vernjarin. Og fyrsta samlingin hjá honum var drúgvari enn vanligt, eins og hon eisini innihelt fleiri spælarar, enn vanligt er. Vit gjalda jú dagpengar til spælararnar, og tí kostaði tann samlingin væl meira enn vanligt. Hartil var talan eisini um 22-manna hóp, sum fór til Fraklands og Rumenia, og fýra persónar eyka kosta altso í ferðing, uppihaldi og dagpengum, sigur Virgar Hvidbro.
- U21-landsliðið kostaði eisini nógv, men her var støðan tann, at 10 av teimum 12 dystunum í hesi undankappingini vórðu spældir í 2009, og tí verður tann útreiðslan munandi minni í 2010.
- Viðvíkjandi umsitingini, so er størsta frávikið her, at semja í fjør varð gjørd um, at FSF rindar helmingin av dómaraútreiðslunum til mansdystir, har FSF ásetur dómaran, og allan kostnaðin til kvinnudystir. Hetta eru útreiðslur, sum áður hava ligið á feløgunum, og tá semjan varð gjørd, eftir at fíggjarætlanin varð løgd fram, hevur hetta ávirkað negativt við á leið 800.000 krónum, sigur Virgar Hvidbro.











