Góð judoúrslit í Íslandi

Føroysku judoleikararnir megnaðu at koma í tvær bronsufinalur í altjóða kapping í Reykjavík.

Føroysku judofólk luttóku í gjár í altjóða judokapping í Íslandi, sum íslendska judosambandið skipaði fyri í samband við 40 ára stovningardag teirra.

Hjá monnum í vektbólkinum undir 81 kg. luttók Áki Davidsen. Hann megnaði at koma heilt fram til bronsufinaluna, sum hann tapti.

Í vektbókinum undir 100 kg. luttóku Edvard Johannesen og Petur Sigurð Johannesen. Hóast fleiri javnar dystir, so tapti Edvard allar sínar. Petur Sigurð hinvegin kom heilt til bronsufinaluna, sum hann tó tapti.

Hjá kvinnum luttók tann bert 15 ára Rebekka Johnsdóttir. Vanliga er hon í vektbólkinum undir 52 kg., men av tí at bert hon var tilmeldað til tann vektbólkin, varð hon flutt upp í bólkin undir 57 kg. Rebekka var væl yngst av luttakarunum í hesum vektbólkinum, men hóast tað striddist hon væl, og dystirnir vóru sera javnir, men Rebekka tapti allar tríggjar dystirnar.

Edvard, Petur Sigurð og Áki luttóku eisini í opna bólkinum. Allir taptu sín fyrsta dyst, men tað bar so á, at Petur Sigurð og Áki fingu ein dyst afturat hvør, og báðir vunnu hesar dystir, men í næsta umfarinum aftur taptu teir sínar dystir.

Judosambandið er sera væl nøgt við føroysku luttøkuna í hesi kappingini. Hóast vit ongi heiðursmerkir fingu, so høvdu vit nógvar javnar dystir, har onkur fór í umdyst fyri at finna vinnara, og okkara leikarar hava lært nógv av hesi kappingini, skrivar Judosambandið í tíðindaskrivi.

Føroyska og íslendska judosambondini hava gott samband sínámillum, og avtala er gjørd um felags venjingarlegu í Reykjavík í seinnu hálvu av apríl í ár sum lið í fyrireikingunum hjá báðum judosambondunum til NM í judo, sum verður í Danmark síðst í mai.