Tórshavnar Býráð fer nú at leiga høli á Frælsinum í Havn til nøkur børn við serligum tørvi. Talan er um trý – fimm børn, sum ganga í Skúlanum á Trøðni, men sum hava brúk fyri einum serligum frítíðarskúlatilboð eftir vanliga skúlatíð.
Hesi børnini hava hingið í leysum lofti, tí ósemja tók seg upp ímillum Mentamálaráðið og Býráðið um, hvør hevur ábyrgdina av at hjálpa teimum.
Býráðið helt nevniliga ikki, at tað var ábyrgdin hjá kommununi at veita teimum hetta tilboðið tí at tey hava brúk fyri so serstøkum tilboði, at tey fella uttan fyri ábyrgdarøkið hjá kommununi. Men Mentamálaráðið tvíhelt um, at tað var ábyrgdin hjá kommununi og nú hevur ein kærustovnur loyst ósemjnuna og niðursøðan av tí var, at tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina.
Tískil hevur kommunan gjørt av at leiga 90 fermetrar í einum kjallara í grannahúsunum hjá Skúlanum á Trøðni til hesi børnini.
Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndina harmast um, at børnini eru komin í eina klemmu ímillum býráðið og Mentamálaráðið, tí tað eigur ikki at henda. Tí heldur hon, at greiða eigur, sum heild, at fáast á, hvar markið ímillum ábyrgdina hjá landinum og hjá kommununi gongur.
Hon heldur ikki, at tað er virðiligt, at fólk, sum framman undan hava tað tungt, eisini skulu standa modell til at enda í eini trætu ímillum landið og kommunurnar um, hvør eigur ábyrgdina av teimum
Eisini Turið heldur ikki, at tað er ikki serliga stuttligt hjá teimum, sum liggja í klemmu, og tí tekur hon undir við, at býráðið tekur ábyrgd.
Meiri um sama mál um eina løtu: Eg eri so hamrandi troyttur av hesum