Alivinnan skal rinda eitt rímiligt gjald fyri at fáa rættin at brúka firðir og sund til aling.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum í formansrøðu síni, nú flokkurin hevur landsfund í Hósvík í dag.
Men hann staðfestir somuleiðis, at hetta gjaldið skal beinleiðis markast til at lækka skattin hjá fólki við lágum inntøkum og miðal inntøkum.
Hann fegnast um at tað gongst alivinnuni so mikið væl, at hon hevði eina heila milliard í yvirskotið í fjør.
- Talan er um fýra alifyritøkur. Meira enn helvtin av eigaraskaranum er útlendskur, staðfestir Aksel V. Johannesen.
- Hesar fyritøkurnar hava ein framíhjárætt til allar firðir í Føroyum og onnur sleppa tískil ikki framat, hvørki at ala laks, tara ella annað, hóast áhugi skuldi verið tað.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at undir hesum umstøðum er tað rímiligt, at alivinnan rindar nøkur fá prosent í leigu fyri sín framíhjárætt til okkara firðir
- Vit hava skotið upp, at eitt rímiligt gjald er eitt tøkugjald á 5 prosent. Tøkugjaldið er virðið á laksinum, tá hann verður tikin úr aliringunum.
Verður tøkugjaldið er fimm prosent, merkir tað eina inntøku á onkustaðni ímillum 80 og 100 milliónir krónur.
- Hesi fimm prosentini skulu koma teimum lágløntu beinleiðis til góðar, sigue Aksel V. Johannesen.
- Tí skal helvtin av tøkugjaldinum býtast javnt ímillum allar kommunurnar. Hetta hevði gjørt tað møguligt hjá kommunum at hækka botnfrádráttin og harvið at lækkað skattin hjá lág- og miðalinntøkum, sigur Aksel V. Johannesen.
- Harvið fáa allir føroyingar, sum jú eiga firðirnar, gagn av hesi sámuligu leiguinntøkuni, sum alivinnan rindar fyri sín framíhjárætt, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.