nýtti fyrr í vár. Hóast liðið lá væl fyri, so varð eisini nýggjur venjari settur í úrtíð, og nú fer bara framtíðin at vísa um, tað fer gangast líka væl hjá HB, sum tað gjørdi hjá Brøndby fyrr í summar. [...] Geolgau vann greipuna fyrsta árið, hann var í HB, men síðani hevur gingið eitt sindur striltið. Tvær steypafinalur hevur hann tapt, og i 2000 fekk eitt annað pláss í føroysku landskappingini. HB tapti á Ólavsøku [...] oddaliðnum NSÍ, so hevur leiðslan avgjørt at seta venjaran úr starvi. Eisini koyrdur í fjør Ion Geolgau var eisini koyrdur í fjør, men tað gjørdist stokkut, tí eftir bert ein dyst, sat rumenin aftur á beinkinum
Stauce at vísa somu kynstrini, hann leygardagin vísti í endanum á dystinum móti Føroyum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað so, at vend av álvara kom í dystin, tá Litava fekk ein mann útvístan. Bara 21 minuttir [...] Dainius Gleveckas kom at standa væl fyri eftir eitt hornaspark í trettanda minutti, men sendi bóltin uppum. So kom Ísland meira fyri seg, og longu í fyrra hálvleiki gav Chelsea-maðurin Eiður Smári Guðjohnsen [...] uppleggið til tað fyrsta. Í 49. minutti sendi hann bóltin innfyri úr høgru, og fyri málinum var Heiður Helgason hægstur og skallaði bóltin inn til 1-0. Á tímanum bleiv Eiður spældur í dýpdina og kundi renna
áðrenn eitt pláss í hálvfinalunum er víst. Hetta fer helst at krevja í minsta lagi níggju stig, og seks av hesum skulu so fáast til høldar í teimum trimum seinastu dystunum. Dysturin í tølum B36-Skála 2-1 [...] sterkasta lið í Føroyum, eisini, men tað var so heldur ikki meira enn akkurát. Linlig uppgerð Um sjálvan dystin er at siga, at hann fyri tað mesta var rættiliga rótutur. Kanska var spælið heldur frægari í fyrra [...] fóru á vøllin til triðja dystin í kappingini um Løgmanssteypið. Eftir stigaleysar uppgerðir móti bæði GÍ og HB var kravið heilt einfalt trý stig, tá Skála kom á vitjan í Gundadali. Hesum kravinum eftirlíkaði
hjarta- og æðrasjúkur seinni í lívinum, um børn drekka minni feita mjólk. Hann sigur, at longu í heilt ungum árum verður grundalagið fyri sjúkum lagt, og tá ið børnini eru komin í skúlaaldur, hevur helmingurin [...] energifeittprosent (E%). Vandi kemur í um børn fáa kost við skúmaðmjólk og mosi ella greyt við ongum feitti í. Tí verður enn tilmælt, at koyra eina teskeið av olju ella margarini í matin hjá børnum yngri enn eitt [...] Havn sigur, at heilsusystraskipanin í Føroyum vanliga fylgir tilmælum, sum koma frá almennum donskum heilsustovnum. Oftast ganga nakrir mánaðir áðrenn vit seta tilmælini í verk her hjá okkum, men vit fara
Bridge So komu føroysku kvinnurnar í gongd í bridge-EM, sum verður spælt í Salsomaggiore, og ikki kann sigast annað, enn at byrjanin var góð. Undan EM hevði føroyska kvinnulandsliðið leitk 48 landsdystir [...] landsdystir, harav 47 vóru taptir. Einasti sigurin var í 1980 móti svenska landsliðnum. Í EM byrjaði føroyska liðið við dysti móti Kekkia, sum stóð seg væl í fjør. Laila Danielsen ? Maria Christensen og Majken [...] vónbrot. Enn eru nøkur lið undir Føroyum í samlaðu støðuni, men hesi gerast alt fleiri, um tað ikki koma nøkur stig á kontina skjótt. Helst skulu hesi koma móti Ungarn í 11. umfarinum, tí eftir hetta spæla
røkt ? alt samdøgri -Styrking av sambýlum í nærumhvørvinum - At útbyggja og dagføra okkara sjúkrahús - Tað skal vera mannsømiligt fyri øll at gerast eldri í Føroyum Hetta eru stór, ambitiøs og kostnaðarmikil [...] Vit hava í valskeiðinum ferð eftir ferð sæð løgmann og varaløgmann draga hvør sína línu og nú kemur so landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum og fortelur okkum, at tað uppskotið til eina eftirlønarskipan [...] rin. Pensiónistarnir leggja helst lítið í, hvørjar ideologiskar hugleiðingar, íð forða fyri at bøta um teirra viðurskifti. Samgongan hevur givið eitt lyfti um í hesum valskeiðinum at koma við eini eft
eintingum kunnu taka alt her í Føroyum, men tíma ikki, tí peningavirðini ikki eru stór nokk. Fyri tað fyrsta eru nógv fleiri milliardir komnar burtuúr fiskivinnuni, enn oljuvinnan í besta føri kann geva av [...] jura, men um politikk. Sami flokkur, ið hevur trúttað niður í fólk, at fullveldisætlanin var objektivt røtt og bygdi á fólkarætt, meðan aðrir fóru í politiskar skotgrøvir, tosar nú um politikk og ikki jura [...] klokkuklár avtala frá 1992, ið sigur, at føroyingar hava yvirtikið ráevnini í undirgrundini. Um so er, at onkur danskur politikari í tí lætta endanum hevur lisið orð varaløgmans, og ætlar at brúka tey móti
Verða tilmælini og uppskotini í nýggja mentunarálitinum, Mentan og menning, framd í verki, verða umleið 24 mió. krónur á hvørjum ári settar av til skapandi mentan í Føroyum um fimm ár. [...] flest øll verið um, at álitið kemur dekan ov seint í hesum valskeiðnum. Eisini Signar á Brúnni, sum var hann, ið setti arbeiðið við álitinum í gongd í Mentamálastýrinum fyri fýra árum síðani, harmast um [...] hvussu pengarnir verða býttir út og hvat rindað mentan í grundini er fyri nakað. Álitið Í høvuðsheitum byggir mentanarpolitikkurin, sum skotin verður upp í álitinum, á tveir aðalhyrnissteinar, nevniliga ein
so rámandi. Karl var serstakliga virdur fyri sítt virki sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann gjørdist nevndarlimur í 1975 og í 1977 formaður, og røkti hann hetta álitisstarv fyrimyndarliga líka [...] metast at hava verið millum fremstu og dugnaligastu fakfelagsleiðarar í Føroyum yvirhøvur. At Karl myndaði Havnar Arbeiðsmannafelag í fjóðringsøld er eisini prógv um, at limirnir hava verið stak væl nøgdir [...] stóra átaki, sum hann framdi vegna limir sínar í Havnar Arbeiðsmannafelag. Var Karl álitismaður í gerandisdegnum, so var hann eins hugvekjandi at vera saman við í vertskapi. Prátingarsamur og blíður. Harumfarmt
stjórnin kanska fer í so harðliga fram, er Jan Sjursen, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum. Hann heldur, at stjórnin átti at bíða við sínum útspæli, inntil fólkaatkvøðan í Føroyum hevur verið. Partarnir [...] Føroyingar skulu atkvøða um føroyska sjónarmiðið, sum er loysing og blokkstuðul í 12 ár. Í einari slíkari støðu kunnu vit í Fólkatinginum bara gera eitt, og tað er so at atkvøða um okkara sjónarmið. Og tað [...] Ja, um tykkum lystir. Men so fáa tit bara blokkstuðul í fýra ár«, segði Anders Fogh Rasmussen við Ritzau eftir fundin í Føroya-nevndini. Formaðurin í Vinstra heldur ikki, at danir tveita føroyingar út úr