Bridge
So komu føroysku kvinnurnar í gongd í bridge-EM, sum verður spælt í Salsomaggiore, og ikki kann sigast annað, enn at byrjanin var góð. Undan EM hevði føroyska kvinnulandsliðið leitk 48 landsdystir, harav 47 vóru taptir. Einasti sigurin var í 1980 móti svenska landsliðnum.
Í EM byrjaði føroyska liðið við dysti móti Kekkia, sum stóð seg væl í fjør. Laila Danielsen ? Maria Christensen og Majken Johansen ? Jona Grunnveit fóru tó eldhugaðar undir uppgávuna, og hóast trupul kort, so høvdu tær gott tak á kekkisku kvinnunum. Eftir 15 spøl var støðan 38-37 til Kekkia, men enn vóru tveir truplir slemmar og eitt møguligt game eftir at spæla. Londini bæði meldaðu hvør sín slem, so endaliga støðan gjørdist 41-40, sum í dystarstigum gevur javnleik, 15-15. Ein veruliga flott byrjan hjá føroyska liðnum.
Avrikið gerst ikki minni gott, tá hugsað verður um, at tær báðar mest royndu, Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen, ikki vóru við í hesum dystinum. Tær verða ístaðin við móti Onglandi, sum er tvífaldur europameistari, og har alt annað enn 0-25 er at meta sum eitt gott úrslit.
Vónbrot móti Finnlandi
Hjá liðnum í opnu røðini var 10-20 fyri Ísrael og 14-16 fyri Írlandi heiðurlig tap, men 5-25 móti óstøðuga finska liðnum var eitt satt vónbrot. Enn eru nøkur lið undir Føroyum í samlaðu støðuni, men hesi gerast alt fleiri, um tað ikki koma nøkur stig á kontina skjótt. Helst skulu hesi koma móti Ungarn í 11. umfarinum, tí eftir hetta spæla Føroyar móti Pólandi og Russlandi, og tað er lítið sannlíkt, at hesi lata nakað serligt av stigum eftir sær. Tað skal tó viðmerkjast, at enn hava Føroyar ikki spælt móti nøkrum av liðunum í botninum, og tá skuldi verið møguleiki fyri at fingið nøkur stig.
Eitt lítið koriosum er annars, at Jóannis Mouritsen setir met, hvørja ferð hann spælir. Dysturin móti Finnlandi var hansara 60.
Vit enda við at vísa eitt gott spæl frá dystinum móti Írlandi. Bogi Simonsen ? Rói Joensen Eystur-Vestur
N. AlleE532
ED653
K
K74
10864-
2KB1098
98532EDB104
B102E85
KDB97
74
76
D963
VNEyS
1Hj2Ru2Sp
3Ru4Sp5RuD
paspaspas
Kontraktin vísti seg at vera ósetilig, og gav 750 til føroyska liðið. Írarnir við hitt borðið settu 4SP einaferð. 12 imp til Føroyar.