Semja um kósina hjá stjórnini

Breið semja er i Fólkatinginum um útspælið frá stjórnini, sum bjóðar landsstýrinum blokkstuðul í fýra ár, um nýggja sjálvsstýrisætlanin vinnur undirtøku 26. mai.


Framtíðarstøða Føroya

Á Christiansborg eru flestu flokkar á einum máli um, at landsstýrið hevur tikið eitt heldur víðgongt stig við sínari nýggju ætlan. Tá ið Nyrup var á fundi við Føroya-nevndina á middegi í dag, fekk forsætisráðharrin samstundis breiðan stuðul fyri sínum boðum til landsstýrið um, at skiftistíðin verður fýra ár, um føroyingar atkvøða ja 26. mai.

Formaðurin í Vinstra, Anders Fogh Rasmussen, segði eftir fundin, at landsstýrið roynir at læsa støðuna fasta við sínum uppskotið.

- Føroyingar skulu atkvøða um føroyska sjónarmiðið, sum er loysing og blokkstuðul í 12 ár. Í einari slíkari støðu kunnu vit í Fólkatinginum bara gera eitt, og tað er so at atkvøða um okkara sjónarmið. Og tað er: ?Loysing? Ja, um tykkum lystir. Men so fáa tit bara blokkstuðul í fýra ár?, segði Anders Fogh Rasmussen við Ritzau eftir fundin í Føroya-nevndini.

Formaðurin í Vinstra heldur ikki, at danir tveita føroyingar út úr Ríkisfelagsskapinum við hesum boðunum, tí tað er landsstýrið, sum hevur til endamáls at loysa frá Danmark.


Ovfarin

- Eg var ovfarin av at landsstýrið valda hendan framferðarháttin. Tað vanliga vildi verðið at samráðst um eina loysn við stjórnina. Og so verður hendan loysnin koyrd út til fólkaatkvøðu. Nú kemur atkvøðugreiðslan at snúgva seg um sjónarmiðið hjá øðrum partinum. Tað er ein ógvuliga serstakur samráðingarháttur og ein roynd at ?skjóta? seg til eitt úrslit, sum ikki kundi røkkast við samráðingum, sigur Anders Fogh Rasmussen.

SF styðjar somuleiðis støðuna hjá stjórnini um at minka blokkstuðulin eftir fýra árum, men flokkurin ávarar ímóti at fara ov harðliga fram ella gera viðurskiftini millum londini spentari.

- Tað eru føroyingar, sum avgera hendan spurningin. Um teir førka seg móti sjálvstýri, so skal blokkurin minkast eftir fýra árum. Men vit halda tað eisini vera týdningarmikið, at hetta ikki endar við ov nógvum ?kanónbáts-diplomatii? ella koloni-valdi, sigur Jes Lunde, formaður í tingbólkinum hjá SF.

Áður hevur Peter Duetoft úr CD, sum er formaður í Føroya-nevndini, greitt víst ætlanini hjá landsstýrinum frá sær og undirstrika, at talan verður um 3-4 ára skiftistíð við hesari ætlanini.


Skaðar viðurskiftini

Tann einasti, sum heldur, at stjórnin kanska fer í so harðliga fram, er Jann Sjursen, formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum. Hann heldur, at stjórnin átti at bíða við sínum útspæli, inntil fólkaatkvøðan í Føroyum hevur verið. Partarnir skulu kortini samráðast eftir fólkaatkvøðuna, vísir hann á.

- Tað er óheppið fyri Ríkisfelagsskapin, at stjórnin nú eisini kennir seg noydda til at ?krita vøllin?, sigur Jann Sjursen.