tann rætta vegin í búskaparbarometrinum. Hóast vit eiga at kenna og viðurkenna veruleikan, so eiga vit ikki at gloyma teir møguleikar, sum liggja í framtíðini, eitt nú í KT-vinnuni og í t.d. oljuvinnuni [...] longur gjørdar milliarda íløgur í leiting eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Neyvan høvdu hesar verið gjørdar, um ikki altjóða oljufeløg trúðu, at tað finnast kolvetni í undirgrundini her – tað ræður [...] olja í okkara undirgrund. Tað fevnir so sanniliga eisini um nógvar aðrar tættir í hesi vinnu, sum eru við at gerast ein vaksandi partur av okkara búskapi. Alsamt fleiri føroyingar hava arbeiði í frála
Nýggi skúlin verður í skrivandi løtu smíðaður norðuri á Signabø. Hann verður smíðaður í elementum, og ætlanin er, at hann skal setast upp einaferð í summar á Eginsmerkrum á Sandi. Ætlanin er, at skúlin [...] skúlin skal verða klárur at flyta inn í einaferð í desember í ár. Skúlin verður bygdur til eini 80 børn, og har verða seks stórar skúlastovur inni umframt serstovur, skrivstovur, wc´ir og verkstøð. Tað ber [...] ber eisini til at hava forskúla í nýggja skúlanum, um tað skuldi verið tørvur á tí. Møguleikarnar í nýggja skúlanum eru nógvir, og tað verður spennandi at síggja, hvat kemur burtur úr. Á Eginsmerkrum eru
Kósavirkið lat aftur, so uppliva vit í dag í veruleikanum fullkomiliga tað øvugta. Hetta ávirkar øll í býnum, um vit vilja tað ella ei. Onnur lond hava eisini fíggjarkreppu í løtuni, og hava gjørt ymsar bja [...] verða heilt vísur í, at alt samfelagið steðgar upp, samstundis, sum svartskygni ikki bjargar nøkrun. Fokus er nú sett á eldraøkið í Føroyum. Hví ger landið so ikki einsamalt íløgur í ellis- og røktarheim [...] vit koma fyri okkum aftur. Klaksvíkar kommuna hevur ikki fíggjarligu orkuna í løtuni, og tí mugu allar góðar kreftir nú lyfta í felag. Havi áður nevnt, at landið skal gera íløgur her norðuri, sum skapa
skiltu Motherwell frá Celtic, sum endaði á øðrum plássi. Tað er ikki bara í Føroyum, at feløg leggja saman í eitt. Tvey áhugafeløg vóru í býnum fyri fleiri enn 100 árum síðan, Glencairn FC og Alpha FC nevnd [...] Helst hin mest syrgiliga løtan í felagnum var 29. desember í fjør, tá Phil O’Donnell, sum var uppaldur í Motherwell, small um. Hann var á veg av vøllinum, tá hann brádliga small í grasið. Hóast hann alt fyri [...] tá felagið í farna kappingarárið endaði á triðja plássinum í bestu skotsku deildini. Altjóða luttøku og heiðursmerki hevur verið óvanligt seinnu árini. Men áskoðararnir eru framvegis svangir. Í býnum droyma
Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi hevur ov mikið um oyruni í hesum døgum. – Men tað gongur fínt og sum vit hava planlagt, letur hann at. Hetta merkir, at arbeitt verður frá morgni myrkurs. – Tey eru [...] at selja atgongumerki til dystin komandi hósdag. Hetta gjørdu tey í húsinum við vøllinum við Margáir í Streymnesi, og veruligur gravgangur var eftir teimum. – Lokalt eru seldar 800 atgongumerki, og nú eru [...] ferð suður aftur kl. 21.15. Væl nøgd umboðsfólk Fríggjadagin vóru umboðsfólk fyri Manchester City í Føroyum. Tey kannaðu umstøðurnar her, fundaðust við umboð frá EB/Streymi og leitaðu sær upplýsingar og vitan
Fótbóltur Teir gloyma ongan tíð Jens Martin. Í Eysturríki fer 1-0 tapið móti Føroyum í Landskrona altíð at ríða landinum sum sonn marra. Sum tikið varð til í onkrum av mongu upptaktsbløðunum, sum vóru at [...] verður at síggja. Jens Martin Knudsen var gestur í sendingini, 3. hálvleikur, á Rás2 í gjárkvøldið. Og hann helt sum vera man, at talan var um serstaka uppliving í Wien. - Fyri einum ári síðani skuldi eg verða [...] skuldu sleppa til ein dyst í EM-endaspælinum. Og vit vóru so til staðar, tá Spania vann á Russlandi í hálvfinaluni. - Samstundis er so hendan stóra framsýningin á Leopold savninum í Wien, og har høvdu tey
gerast nógv tann besti kristiligi rokkbólkurin í Føroyum, hetta vístu teir fýra tónleikararnir í bólkinum á framførsluni í Kelduni fríggjakvøldið. Grundin í bólkinum eru teir fýra Leivur á bassi, Rógvi á [...] oddamaðurin í Credo. Ynskiligt hevði verið um Credo lærdi av bólkum sum White Stripes og 200, og fluttu trummuspæli fremst í pallmyndina, so kundu kvinnurøddirnar flutt aftur á pallin og aftur í ljóðmyndina [...] talan um eitt heilt nýtt Credo. Við sær á pall høvdu teir fýra í bólkinum tvær songkvinnur, ið eftir øllum at døma eru vorðnar partur av Credo, í mun til restina av bólkinum, sum veruliga rokkaði tyktust hesar
dirvi til at fremja broytingar, eisini um hesar ikki fella í so góða jørð hjá einstøku politikarunum. Nú hevur so stjórin í SamViti lagt seg út í hetta orðaskifti, og gott tað sama. Gævið onnur eisini gjørdu [...] rúmd til tað. Tí prentaðu vit eisini opið bræv frá SamViti í blaðnum í gjár við teirri vón, at tað eisini kann eggja almenninginum til at luttaka í hesum so týðandi orðaskiftinum, sum vit vita, vil vera partur [...] íløgum. Er nakar dugur í landsstýrinum, so eigur eisini tað at tora at venda longu tiknum avgerðum. Tað eigur at lesa brævið frá stjóranum í SamViti væl og virðiliga og taka tað við í sínar framtíðar metingar
og er virkin løgfrøðingur. Anna Lousia Joensen verjir føroyska rossið og umhvørvið í Havn. Valskráin í Tórshavn er í fimm punktum. Útbúgving Umhvørvi Umsorgan Umskipan Vinna Triðja útgreiningin er av umsorgan: [...] umlættingarstøð svarandi til tørvin í kommununi. Eisini skulu í býarskipanini økir setast av til privatar eldraíbúðir, so fólk kunnu selja stór hús og velja at flyta í egnaðar íbúðir, ið tey eiga ella leiga [...] Sjálvstýrisflokkurin stillar upp til býráðsvalið í Tórshavn. Valfelagið hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur í samráð við landsnevnd og onnur lokalfeløg orðað valskrá. Hetta verður gjørt fyri at tryggja at fólk
smekkaði so úr átjan metrum og upp í málhornið, sigur Hans Fróði Hansen, og hetta er tað sama, sum stendur at lesa í VG. 2. hvítusunnudag skulu føroyingarnir í Sogndal aftur í eldin. Tá fáa teir á heimavølli [...] Lyn og Strømgodset. Besti maður Norðoyarstevnuavrikið hjá Kurt Mørkøre var í norska blaðnum Verdens Gang mett at vera tað besta í dystinum. Kurt Mørkøre lúrdi alla tíðina á linjuni til rangstøðu, meðan Julian [...] skrivar, at Sogndal menninir vóru sterkir í nærdystunum, teir høvdu betri bóltførleika enn mótstøðumenninir, og spælskilið hjá teimum var betri. Kurt skoraði til 2?0 í evstu løtuni undan steðginum, og góðar