Nýggi skúlin verður í skrivandi løtu smíðaður norðuri á Signabø. Hann verður smíðaður í elementum, og ætlanin er, at hann skal setast upp einaferð í summar á Eginsmerkrum á Sandi. Ætlanin er, at skúlin skal verða klárur at flyta inn í einaferð í desember í ár. Skúlin verður bygdur til eini 80 børn, og har verða seks stórar skúlastovur inni umframt serstovur, skrivstovur, wc´ir og verkstøð. Tað ber eisini til at hava forskúla í nýggja skúlanum, um tað skuldi verið tørvur á tí. Møguleikarnar í nýggja skúlanum eru nógvir, og tað verður spennandi at síggja, hvat kemur burtur úr.
Á Eginsmerkrum eru sera góðar umstøður til ein skúla. Har er ein spildurnýggjur FIFA-vøllur, har er gott útsýni í nærum allar ættir, sandurin og Mølheyggjarnar eru tætt við, og Sandafløtturin liggur sum ein opin oasa beint uttanfyri dyrnar. Eitt betri stað til ein barnaskúla, finnur tú ikki.
Tað má sigast, at bæði børn og lærarar, ið eru knýtt at Sands skúla, hava verið sera tolin, ja sjáldsama tolin. Gamli skúlin er lítil, hann er sera slitin, hann lekur her og der, har eru alt ov fá hølir og umstøðurnar annars eru sera ringar. Men ikki kann sigast, at trivnaðurin hjá børnum og lærarum hevur verið hareftir. Har arbeiða, sum nú er, 6 lærarar/vikarar. Teirra køkur, skrivstova, pausurúm, goymslurúm og kopirúm eri ein lítil, gamalur køkur, ið tey øll deilast um. Í húsinum er eitt lítið wc, ið bæði børn og lærarar eisini deilast um. Bókasavnið er so lítið, at har kunnu bara verða 4 børn inni í senn. Og so víðari. Men hesir lærarar duga sera væl at arbeiða eftir umstøðunum, tað er víst. Og eisini hava tey duga so sera væl at fáa børnini at trívast.
Tað sigst, at smáu skúlarnir húsa teimum býttastu børnunum. Hetta vil onkur vera við, sigur Óli Jákup Joensen, lærari, í grein í Skúlablaðnum stutt fyri jól. Men hetta eru óivað bara gitingar, tí tað finnast ongi hagtøl og ongar royndir, ið kunnu ávísa hesum gitingum. Tað má eisini verða rúm fyri smáu skúlunum, tí okkara samfelag er soleiðis hættað, at nakrar bygdir eru ikki so lætt atkomuligar. Smátt er eisini gott. Og hvør sigur, hvør besti karmur er um ein skúla júst í Føroyum? Hvar finna vit svarið uppá hetta??