Oddagrein· Raðfestið øðrvísi

Eitt neyðugt og skilagott orðaskifti hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á útspælinum hjá landsstýrismanninum Magna Laksáfoss um at gera broytingar í raðfestingini av almennu íløgunum. Og vónandi fer hetta at verða raðfest frammaliga í tí samfelagsliga orðaskiftinum restina av árinum.

Hetta orðaskiftið snýr seg nevniliga um, hvussu vit í Føroyum skulu raðfesta okkara íløgur komandi árini men eisini hvussu vit raðfesta rakstrarjáttanir á fíggjarlógini. Væl vitandi at landsstýrið hevur ein lista við raðfestingum, so vita vit øll av royndum, at einki stendur í stað. Tíðir skifta og broytast og mugu politisku avgerðirnar eisini lagast eftir tí. Okkara politikarar mugu so sanniliga eisini eftirmeta raðfesting av íløgum sohvørt og hava vilja og dirvi til at fremja broytingar, eisini um hesar ikki fella í so góða jørð hjá einstøku politikarunum.

 

Nú hevur so stjórin í SamViti lagt seg út í hetta orðaskifti, og gott tað sama. Gævið onnur eisini gjørdu tað. Sosialurin og Miðlahúsið vilja fegin vera partur av hesum orðaskifti og leggja pláss og rúmd til tað. Tí prentaðu vit eisini opið bræv frá SamViti í blaðnum í gjár við teirri vón, at tað eisini kann eggja almenninginum til at luttaka í hesum so týðandi orðaskiftinum, sum vit vita, vil vera partur av komandi valstríði eisini. Lat okkum gera valstríðið til nakað meira enn bara eitt stríð og eina kapping millum flokkar. Fortreytin fyri tí er eitt breitt og sakligt orðaskifti, sum m.a. snýr seg um raðfestingina av framtíðar íløgum.

 

Er nakar dugur í landsstýrinum, so eigur eisini tað at tora at venda longu tiknum avgerðum. Tað eigur at lesa brævið frá stjóranum í SamViti væl og virðiliga og taka tað við í sínar framtíðar metingar. Henda áheitan hennara er jú so krystallklár. Raðfestið íløgur rætt, soleiðis at tær fyrst og fremst koma einum framtíðar og meira fjøltáttaðum vinnulívi til góðar heldur enn at halda fram við at raðfesta undirstøðukervið her heima. Øll eru vit samd um, at fortreytin fyri menning og trivnaði í hesum oyggjalandi er eitt gott undirsstøðukervi. Men tíðin er komin hartil, at vit nú eiga at raðfesta íløgur og játtanir á fíggjarlóg til menning av vinnulívinum. Tíverri mugu vit tó staðfesta, at okkara politiska skipan í alt ov stóran mun megnar ikki at fylgja við og taka til sín tey skilagóðu sjónarmið, ávaringar og ”neyðarróp”, sum koma frá fakliga kompetentum fólki í bæði almennum og privatum størvum. Spennandi verður at síggja, hvussu hesar áheitanir fara at síggjast aftur á komandi fíggjarlóg hjá tí annars so skilagóða Magna Laksáfoss. Man hann fara at raðfesta eitt nú menningarstovnin SamVit hægri?

 

Sosialurin