Tað var mett sum eitt frálíkt úrslit hjá Motherwell FC, tá felagið í farna kappingarárið endaði á triðja plássinum í bestu skotsku deildini. Altjóða luttøku og heiðursmerki hevur verið óvanligt seinnu árini. Men áskoðararnir eru framvegis svangir. Í býnum droyma teg um meistaraheitið, sum ikki er vunnið síðan 1932.
Áhugaverd søga
Tað er eitt felag við áhugaverdari søgu, sum føroyingurin Gunnar Nielsen gjørdi sáttmála við um vikuskiftið. Hóast Motherwell Footbaal & Athletic Club hevur samfull 112 ár á baki, so hevur tað ikki eydnast at vunnið fleiri enn fimm stórar heiðrar. Gullið er sjáldsamt í felagnum, men nú eru teir til reiðar at bjóða teimum stóru av.
Áskoðararnir eru sanniliga bjartskygdir eftir flotta úrslitið í fjør. Býurin droymir um gull. Men fjarstøðan til tey stóru var ómetaliga stórur, tí 26 stig skiltu Motherwell frá Celtic, sum endaði á øðrum plássi.
Tað er ikki bara í Føroyum, at feløg leggja saman í eitt. Tvey áhugafeløg vóru í býnum fyri fleiri enn 100 árum síðan, Glencairn FC og Alpha FC nevnd at navni. Bestu leikararnir frá báðum liðum vóru bjóðaðir til eina serstaka kapping, har úrsliti vóru góð. Beinanvegin byrjaði prátið um at samanlegging, sum var veruleiki tveir mánaðir seinni. Felagið hevði sítt besta tíðarskeið í 30’unum, tá tað – hóast tað fleiri ferðir var nær við – eydnaðist at vinna higartil einasta meistaraheitið.
Motherwell FC hevur havt nógva mótgongd millum ár og dag, har serliga vantandi gullheiðursmerkini ofta hava gjørt gerandisdagin truplan. Men nú droyma tey aftur.
Syrgiliga løtan
Helst hin mest syrgiliga løtan í felagnum var 29. desember í fjør, tá Phil O’Donnell, sum var uppaldur í Motherwell, small um. Hann var á veg av vøllinum, tá hann brádliga small í grasið. Hóast hann alt fyri eitt varð koyrdur á sjúkrahús, har hann seinni á degnum lat lív. Phil O’Donnell hevði áður umboðað Celtic og Sheffield Wednesday.
Motherwell hevur uppalt fleiri frægar fótbóltsleikarar. Ein teirra er Scott McDonald, sum nú spælur við Celtic. Framherjin hevur skotið fjórð mest mál í skotskum fótbólti nakrantíð.
FAKTA:
Motherwell F.C.
Navn: Motherwell Football & Athletic Club
Eyknevnið: The Well, The Steelmen
Stovningardagur: 17. mai, 1886
Leikvøllur: Fir Park, Motherwell
Pláss fyri 13,742 áskoðarum
Venjari: Mark McGhee
Kapping: Premier League, Skotland
Heiðrar: Scottish Premier League 1932, Scottish Cup 1952 og 1991, Scottish League Cup 1950