Lovandi rokkur

Framførslan hjá Credo á Fjarðafestivalinum var eitt kærkomið høvi at hoyra ein tann mest lovandi kristiliga tónleikabólkin í Føroyum.

Ummæli



Credo hevur evnini at gerast nógv tann besti kristiligi rokkbólkurin í Føroyum, hetta vístu teir fýra tónleikararnir í bólkinum á framførsluni í Kelduni fríggjakvøldið. Grundin í bólkinum eru teir fýra Leivur á bassi, Rógvi á gittar, Hans Andrias á trummum og Alvin á gittar. Teir spæla væl og liva fullkomiliga við. Stutt sagt so rokka teir. Tónleikurin er orkufullur og teir fýra eru ikki minni orkufullir.


Nýtt Credo

Frásøgumaðurin Helgi Abrahamsen kunngjørdi, at her var talan um eitt heilt nýtt Credo. Við sær á pall høvdu teir fýra í bólkinum tvær songkvinnur, ið eftir øllum at døma eru vorðnar partur av Credo, í mun til restina av bólkinum, sum veruliga rokkaði tyktust hesar báðar als ikki at vera við uppá tað og stóðu nokkso hjálparleysar á pallinum. Tær báðar Asta og Signa syngja sum so væl, men teirra røddir hóska ikki til tónleikin hjá Credo. Hóast at vit í fyrsta lagnum fingu ávísar Evanescence referansur, av røddini hjá Astu saman við harða rokkinum, so bar røddin ikki heilt hesa samanbering.


Leitandi fótafet

Stílmessiga var framførslan hjá Credo rættiliga leitandi, tey ferðast innan fyri nógvar ymiskar tónleikagreinar, og hóast løgini flest øll vóru sera góð, so er greitt, at ein sterkari reyður tráur hevði verið góður, tað virkaði stutt sagt sum fimm ymiskir bólkar. Bólkurin hevur ikki verið so virkin seinastu árini, og roynir nú at taka síni fyrstu fótafet í langa tíð, tað er tí rættiliga natúrligt, at hesi fet eru eitt sindur leitandi.

Tað var ein sterk Prix Føroyar kensla yvir framførsluni, kontanti rokkurin undir hesum kvinnurøddum virkaði ørkymlandi á sama hátt, sum Prix Føroyar veteranarnir úr MMM virkaðu á sinni. Í tí eina friðarliga lagnum riggaðu kvinnurøddirnar tó væl.


Trummuleikarin fram á pallin

Í lagnum Stuck vísti Credo tó veruliga, hvussu góður bólkurin er, trummuleikarin sang, og hann hevur eina ordiliga feita og egna rødd, hóast hann sat aftanfyri trummurnar, var eingin ivi um, at hetta var oddamaðurin í Credo. Ynskiligt hevði verið um Credo lærdi av bólkum sum White Stripes og 200, og fluttu trummuspæli fremst í pallmyndina, so kundu kvinnurøddirnar flutt aftur á pallin og aftur í ljóðmyndina ella kanska heilt av pallinum. So tær ikki stóðu fyri oddamannin. Torir bólkurin at gera neyðugu broytingarnar, kann hetta gerast ein av okkara allar bestu bólkum. Í Stuck var nýtslan av forritaðum tónleiki serliga væleydnað, og hetta gav lagnum karakter og riggaði ótrúliga væl.