Tað verður tó eisini javnan ávarað ímóti ikki at mála støðuna ov svarta, tí tað kann vera við til at skunda undir útviklingin tann skeiva vegin. Hetta vil so altíð vera ein meting, sum hvør einstakur ger sær, eisini miðlarnir og annars tey fólkini, sum dag um dag gera viðmerkingar í miðlunum um búskaparligu støðuna.
Í slíkum tíðum, tá tað er týdningarmikið ikki at fjala út yvir nakað men leggja kortini á borðið, er tað so sanniliga eisini umráðandi at lýsa og siga frá tí, sum gongur væl. Tí alt er ikki svart ella hvítt, alt ella einki. Og her kemur m.a. alivinnan inn sum ein glotti. Eitt sindur av lagnunnar speisemi, tá hugsað verður um, at fyri bert fáum árum síðani, var alivinnan heilt rabundus. Nú hava vit og skil lagt nýggjar lunnar undir hesa vinnu, sum avgjørt dregur tann rætta vegin í búskaparbarometrinum.
Hóast vit eiga at kenna og viðurkenna veruleikan, so eiga vit ikki at gloyma teir møguleikar, sum liggja í framtíðini, eitt nú í KT-vinnuni og í t.d. oljuvinnuni. Tað eru longur gjørdar milliarda íløgur í leiting eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Neyvan høvdu hesar verið gjørdar, um ikki altjóða oljufeløg trúðu, at tað finnast kolvetni í undirgrundini her – tað ræður bara um at finna hesi.
Vit hava eisini alla orsøk til at fegnast um ta gongd, iðfer fram hinumegin markið, har fleiri av heimsins størstu oljufeløgum helst fara undir at útbyggja stórar oljukeldur næstu árini. Henda hepna gongd ávirkar leitingina hjá okkum positivt, og tí er tað eisini við stórum spenningi og vónum, at vit nú bíða eftir úrslitinum av 3. útbjóðing. So hóast eingin olja er funnin enn, so eru útlitini til at kunna geva framtíðar Føroyum enn eitt búskaparligt bein at standa á, avgjørt til steðar. Vit skulu ikki selja bjørnina fyrr enn hon er skotin. Hinvegin skulu vit heldur ikki dylja, at her liggja stórir møguleikar. Tað ræður tí um at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri víðari leiting.
Men oljuvinna merkir ikki bara rennandi olja í okkara undirgrund. Tað fevnir so sanniliga eisini um nógvar aðrar tættir í hesi vinnu, sum eru við at gerast ein vaksandi partur av okkara búskapi. Alsamt fleiri føroyingar hava arbeiði í frálandavinnuni. Eisini eru vit í ferð við at byggja ein frálandaflota. Samanumtikið nógv góð tekin í hesi vinnuni.
Sosialurin










