Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi hevur ov mikið um oyruni í hesum døgum.
– Men tað gongur fínt og sum vit hava planlagt, letur hann at. Hetta merkir, at arbeitt verður frá morgni myrkurs.
– Tey eru fá, sum eru við í fyrireikingunum, ið fara til songar áðrenn midnátt, og ofta verður klokkan væl meiri enn tað eisini, sigur Rólant Højsted.
Selt 800 atgongumerki
Sunnukvøldið byrjaði EB/Streymur at selja atgongumerki til dystin komandi hósdag. Hetta gjørdu tey í húsinum við vøllinum við Margáir í Streymnesi, og veruligur gravgangur var eftir teimum. – Lokalt eru seldar 800 atgongumerki, og nú eru atgongumerki eisini koyrd út til kunningarstovurnar kring landið, upplýsir Rólant Højsted.
Hann sigur eisini, at hvat vaktum, trygd og sølu annars viðvíkur, er alt við at vera upp á pláss.
Broytt suðuroyarleiðina
At Manchester City-vitjanin er størsta avbjóðing, eitt føroysk felag nakrantíð hevur staðið yvir fyri, man fáur ivast í. Tískil er áhugin fyri dystin stórur kring landið. – Tey hava ringt nógv úr Suðuroynni, so nú hava vit syrgt fyri, at ferðaætlanin er broytt soleiðis, at tey sleppa suður aftur eftir dystin, sigur Rólant Højsted. Smyril siglir sum vant norður kl. 15.20, og ferð suður aftur kl. 21.15.
Væl nøgd umboðsfólk
Fríggjadagin vóru umboðsfólk fyri Manchester City í Føroyum. Tey kannaðu umstøðurnar her, fundaðust við umboð frá EB/Streymi og leitaðu sær upplýsingar og vitan um landið. – Tey vóru bara væl nøgd, og høvdu einki at seta fingur á. Onkur krøv settu tey tó, men einki, ið vit ikki kunnu uppfylla, ger formaðurin í EB/Streymi greitt. Hann leggur skemtandi aftrat, at einki krav um hárturkarar ella annað tílíkt er framsett, sum tá italiumenninir vitjaðu 2. juni fjør.
Tingast um sjónvarpsrætt
Tá vit høvdu Rólant Højsted á orði um middagsleitið í dag, vóru tey í sølusamráðingum um sjónvarpsrættindini til dystin á Tórsvølli næsta hósdag. Einki var endaliga komið upp á pláss tá, og formaðurin ynskti heldur ikki at gera tær stóru viðmerkingarnar til sjálvar samráðingarnar.
Í farnu viku mettu vit í blaðnum, at dysturin fór at geva eitt stað ímillum 1,5 og 2,5 milliónir krónur. Hetta grundað á inntøkurnar B36 fekk burtur úr at selja sjónvarpsrættindini til dystin móti Fenerbache fyri tveimum árum síðani. Sosialurin skilir í dag, at tað er áleið hesi tøl, sum útlendsku sjónvarpsrásirnar og EB/Streymur tingaðust um um middagsleitið í dag.









