hjálpir tað ikki nógv. Men tað eru fólk sjálvi, sum eiga at vita, at hetta kann gerast vandamikið, og tað er í síðsta enda teirra egna val. Fróði sigur, at teir bátar, ið eru góðkendir at sigla við ferðafólki [...] trygt at sigla við Barbaru. ? Bjargingarbáturin umborð er gjørdur til 37 fólk, og vit hava loyvi at hava 28 umborð. Vit hava eisini eyka bjargingarvestar, so tað skuldi verið í lagi. ? Tað er eitt sindur [...] ? Sjálvandi er tað keðiligt fyri okkum, at bátar, sum ikki eru góðkendir, sigla við ferðafólkið, men eg vil siga, at tað er ringast fyri ferðafólkini sjálvi, sigur 27 ára gamli Fróði Skúvadal, sum í 10
dag eru 169 parkeringsbásar á Skálatrøð, tá húsið er liðugt, verða 183, siga teir. ? Vit eru sjálvandi greiðir yvir, at at tílíkt hús fer at økja munandi um parkeringstørvin, og tí er tað, at vit bjóða [...] linum hjá Valdemar Lützen. Móti norði er stórt grótbrot og vestanfyri eru smiðjurnar og bygningar í ymiskum sniði. Sunnanfyri eru bátabrúgvarnar. Uppskotið fevnir um at gera ein bygning í seks hæddum, [...] ætlanin at virksemi av serligum slag í býnum kann fara fram her, eitt nú listaframsýningar, tónleikarframførslur, sjónleikur o. s. fr. ? Vit kunnu siga, at bygningurin við hesum verður ein partur av miðbýa
øll liðini longu hava tapt, nú grundspælið er komið so nøkulunda í helvt. Úrslitið á Skála vísti eisini, at hóast strandingar og skálamenn eru komnir illa frá byrjan, kunnu vit framvegis rokna við teimum [...] biðja vestmenningar um umbering fyri, at vit í blaðnum í gjár tóku fyrsta plássið frá teimum. Tað var ein roknifeilur frá blaðmansins síðu, sum elvdi til, at vit góvu H71 oddasessin, men veruleikin er tann [...] málmunin hjá sær. Tá spæla teir í Vestmanna móti KÍF, sum loypti hvøkk á við at vinna á H71, men nú eru vestmenningar ávaraðir, og teir gera neyvan sama mistak sum hoyvíkingar og undirmeta liðið hjá k
Tó hava vit eisini møguleika at hava tónleik í framhaldsdeild, miðnámsskúlanum, kvøldskúlanum, og á musikskúlanum. - Málbólkurin er ógvuliga breiður tá tað kemur til Nótakoyrikortið, tað eru fleiri fyrimunir [...] við at spæla tónleik, lurta eftir tónunum, og lesa nótarnir. - Vit hava prøva at brúkt Nótakoyrikortið í undirvísing á skúlanum í Hvalba. Vit sóðu at tað væl ber til at tillaga læruháttin soleiðis at hann [...] tá tað kemur út. Tað er Jens Mortan Mortensen, sum hevur gjørt Nótakoyrikortið. - Tað sum er komi út nú, er Nótakoyrikort 1, nótakoyrikort 2 og 3 koma seinni, sigur Jens Mortan Mortensen. Í Nótakoyrikortinum
at tosa til vit og skil hjá fólki. Men hann sigur kortini, at hann fer kortini at strongja á, fyri at fáa eina slíka skipan setta í verk. Tað hevur víst seg, at sama hvussu staðilig ráðini eru um at lata [...] at grava kava, mælir fólki frá at fara í bil, eiga vit binda um heilan fingur og steingja vegirnar í samráð við løgregluna, tí tað vísir seg, at tað eru altíð nøkur, sum ikki taka tað til eftirtektar, sigur [...] fyri, fyri at bjarga teimum aftur. Og hesa støðu vil Henrik Old sleppa undan í vetur og tí fer hann nú at taka samband upp við avvarðandi partar, Landsverk og løgreglu, um rætt og slætt at steingja vegirnar
hugsjónir, og hvørja leið vit skulu halda í Føroyum í framtíðini. Fólkatingið er ein pallur, har vit kunnu gera donskum politikarum og almenninginum annars greitt, hvørjar hugsanir vit hava um eina sjálvbjargnar [...] hvør skipan tænir tí endamálinum best. Hann heldur, at tað skaðar umdømi Føroya, at fólkatingsumboð eru farin at kappast um at biðja sponsorpengar í Danmark, og at heimastýrislógin spældi endaliga fallitt [...] hásæti aftur, sigur Magni Arge. – Og eg ætli mær við hvørt givið høvi at greiða fólkatinginum frá, at nú Danmark setir ES hægri enn tann felagsskap, sum landið hevur havt við Føroyar, má eisini fólkatingið
Status, nú tvey umfør eru leikt í millumbólki A, og eitt umfar er leikt í millumbólki B, er, at Frakland og Danmark hava vunnið allar sínar dystir, meðan Kroatia og Spania hava tapt ein dyst í part. Tað [...] bjargingarprosentið ligið oman fyri 40, og tað má sigast at vera ógvuliga gott. Vit skulu jú eisini minnast til, at tað eru bestu skjúttarnir í heiminum, hann hevur ímóti sær. Fleiri ferðir hevur Landin [...] Tað er tí sannlíkt, at tað verða hesi liðini, ið fara at hittast í hálvfinalunum. Vit kunnu tí síggja fyri okkum, at tað verða Frakland-Spania og Danmark-Kroatia, sum hittast í hálvfinalunum. Tað skal tó
undirvísingarverkinum í 30 ár við síni breiðu vitan, síni servitan og sínum nærlagni, og nú hann leggur frá sær, eru fleiri av hansara fyrrverandi næmingum starvsfelagar hansara her á Studentaskúlanum og [...] mentan í dýpt og breidd sum fáur og sum vit fara at sakna. Í fríkorterum og til fundir hevur hann oyst av sínum mongu keldum – bæði til skemt og álvara – og mong eru tey áhugamál, sum hann hevur lutað saman [...] 1998. Familjan hevur búð í Klaksvík øll árini og Margit og Bo eru partur av tí lærarahópi, sum hevur verið kjarni á skúlunum øll árini. Vit heilsa Bo við sitatinum, sum Dánjal Petur Højgaard tók fram í
skipan, sum vit í dag hava við staðbundnum nevndum við umboðum fyri bygdarfólkið og býráðið, ið hittast av og á at viðgera og ummæla mál, sum eru bygdunum viðkomandi. Fleiri nýggjheitir eru á veg í Kaldbak [...] Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E ----- Valevni Tjóðveldis til býráðsvaldið eru farin á rundferð til størru bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Fyrsti fundurin var í Kaldbak, har ferðslutrygdin á vegnum [...] bygdunum og virða teirra sereyðkenni. Umráðandi er at hava gott samband við fólkið í bygdunum, og vit virka fyri, at alt, sum hevur við bygdirnar at gera, fer um eina og somu skrivstovu, sum sær til, at
veldst jú um játtanina. Eg kann sum landsstýrismaður ikki lova nakað, sum pengar ikki eru til, sigur Helgi Abrahamsen. Nú fer løgtingið í summarferiu, og tingið kemur ikki saman aftur fyrr enn á ólavsøku. [...] møguleikar í TROM. Vit hava leingi arbeitt við at fáa eina filmsvinnu í Føroyum, og tankin hevur verið at afturberingarskipanin skal hækka við tíðini. Eg eri sjálvandi áhugaður í, at vit fáa fleiri vinnur [...] verður til veruleika. Men hann kann einki gera, fyrr enn løgtingið hevur játtað neyðugu pengarnar, sum eru neyðugir. Tað segði hann í lesarabrævi í gjár, tó uttan at nágreina, hvat hann kann gera. In.fo hevur