Listastevnan fer av bakkastokki fyrsta dagin og tiltøk eru í Havn og kring landið. Annika Hoydal kom til Føroya týsdagin. Annika Hoydal og Jógvan Dahl fara á pallin listastevnudagarnar. Tey eru bæði kend úr Harkaliðnum og hvør sær. Til Listastevnuna fyri tveimum árum síðani skuldu tey spæla og tá settu tey seg í samband við tónleikararnar Eyðun Hansen og Kaj Johannesen.
- Hetta vísti seg at vera ein samanseting, sum veruliga riggaði, siga Jógvan og Annika, og síðani hava tey roynt at hildið fast við hesa manning, tá okkurt hevur verið á skránni.
Fólkatónleikur og satira
Fólk kenna Jògvan Dahl og Anniku Hoydal frá Harkaliðnum, ið legði dent á fólkatónleik og ikki minst satiru. Bólkurin spratt eisini úr kabarettunum í Sjónleikarhúsinum og spældi eisini nógv í Danmark og gav fleiri útgávur út. Seinni hava tey eisini verið við í ymsum høpum og Annika hevur fleiri soloútgávur á baki.
Mong minnast fyrstu útgávu hennara, ið nevndist Til børn og vaksin Frá Anniku, ið hon gav út við hjálp frá Ian McCalman.
Í november kemur ein nýggj barnafløga.
- Og tað er nokkso stuttligt, tí nú eru so mong ár síðani hin kom út, so henda nýggja fløgan kemur at eita Til børnini hjá børnunum Frá Anniku, sigur Annika og hugleiðir um, at Ian McCalman hevur gjørt ein sera hóskandi húsa við eini gamlari mynd, har Annika sum smágenta sitir í fanginum hjá pápa sínum.
Nýggja fløgan kemur út um somu tíð, sum Annika fer um tey sektsi árini.
Annika og Jógvan gleða seg at sleppa at ferðast eitt sindur kring landið, tí tey hava ikki spælt so nógv á bygd. Tey spældu í Havn og nógv í Danmark, men hava í Føroyum ikki verið so nógv uttan fyri høvuðsstaðin í tónleikahøpi.
Vit gleða okkum at koma út at bygd at spæla og eisini at leita aftur á gamlar gøtur, sigur Annika og sipar til byrjanina við Harkaliðnum í Sjónleikarhúsinum.
Fyri eini 15 árum síðani hevði Harkaliðið nakrar vælvitjaðar konsertir í Norðurlandahúsinum.
- Onkur tók tá til, at vit høvdu kenst síðani Annika var rund og bøllut og hinir sera klænir, men at tað nú er beint hinvegin, sigur Annika og hon og Jógvan eru beinanvegin aftur í góða skemtingarlagnum, sum eyðkennir limirnar í Harkaliðnum.
Nýggja samansetingin við Anniku og Jógvani á odda er boðin til Danmarkar í Føroyahúsið at spæla í oktober og tað gleða tey seg til.
Suðuroy, Sandoy, Glyvrar og Havn
Men fyrst stendur Listastevnan fyri framman og fyrsta framførslan verður í Stóra Pakkhúsi í Vági leygarkvøldið 6. august klokkan 21. Á Sandi spæla Annika og Jógvan og tónleikararnir í Virkinum tann 8. august klokkan 20., og á Glyvrum 10. august. klokkan 20. Framførslur vera í Sjónleikarhúsinum í Havn 12. og 13. august klokkan 21.










