Kvinnurnar á Havfrúnni hava beina kós ímóti FM heitinum, sum eyðkendi vestmannabáturin við kvinnum bara eina ferð áður hevur vunnið. Tað var í 1999.
Sigurin var uppaftur meiri sannførandi, enn teir fýra sigrarnir hava verið, sum Havfrúgvin fyrr í ár hevur vunnið. Hesa ferð vóru seks sekund ella tvær bátslongdir aftur til Blik, sum allar fimm ferðirnar hevur verið næstfremstur. Størsti munurin undan Fjarðastevnuni var á Eystanstevnu, tá ið tað vóru fýra sekund millum teir báðar fremstu bátarnar.
At tað eydnaðist Havfrúnni at vinna í Vestmanna var søguligt. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, síðani tað í 1973 farið varð undir FM kappróður í tí líki, sum hann framvegis er skipaður, at tað hevur eydnast Havfrúnni at vinna í heimasjógvi. Hvørki kvinnurnar ella dreingirnir hava áður vunnið í Vestmanna, og tað hava genturnar heldur ikki, siga fínu hagtølini á heimasíðuni drekin.fo.
Vestmannadreingir vunnu á Vestanstevnu í Vestmanna í 1984. Tá mannaðu teir bæði Fortunu og Havfrúnna. Fortuna vann, og Havfrúgvin var nummar tvey. Í 1976 var neyðugt við umróðri millum dreingirnar á Sílinum og Havfrúnni, og tann umróðurin vann Sílið.
At tað hevur gingið so framúr væl hjá kvinnunum á Havfrúnni er kanska komið eitt sindur óvart á. Ein av rógvarunum er Annfríð Sørensen. Hetta er fyrsta árið, hon rør, og hon greiðir soleiðis frá:
-Vit fóru at fyrireika okkum á maskinum í februar, men tað var ikki fyrrenn í apríl, at tað eydnaðist at manna bátin. Vit høvdu ikki hóming av fyrrenn á Norðoyastevnu, hvussu tað stóð til hjá okkum, og síðani hevur tað verið ógvuliga hugaligt.
Merkisvert er tað, at tað bara er bátsformaðurin, Fríða Djurhuus, sum er uppvaksin í Vestmanna. Fleiri av hinum eru tilflytarar. Tvær búgva í Havn og fimm í Vestmanna. Ein er úr Skálafirði, ein úr Runavík, ein úr Havn, tvær úr Leynum, ein úr Vestmanna og Annfríð Sørensen er ættað úr Hvannasundi.
Páll Fangi í sama stíli
Eins sannførandi og kvinnurnar úr Vestmanna umborð á Havfrúnni eru í kappingini millum 5-mannaførini eru kvinnurnar umborð á Páll Fanga í kappingini millum 6-mannaførini.
Leygardagin drógu tær FM heitið rættuliga tætt upp undir stokkin. Páll Fangi vann fyri fimtu ferð, og nú tað resta tvær kappingar, eru tað sjey stig frá Páll Fanga og aftur til næsta kappingarneytan.
Fyrstu lítlu løtuna gekk tað javnt á, men so fór at síggjast munur á, og tá ið bátarnir fóru um málið, vóru næstan tvær bátslongdir frá vinnarabátinum og aftur til Rádna, sum aftur hesa ferð var næstfremstur, og sum enn eina ferð vann trivaligan sigur ímóti Hvessingi í kappingini um næstfremsta plássið. Nú er bara eitt stig frá Hvessingi og aftur til Rádna á triðja plássi í FM kappingini.