Ytri ringvegur eigur innivist í langtíðar­íløguætlaniniYtri ringvegur eigur innivist í langtíðar­íløguætlanini

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum
-----------------




Tað er ongin ivi um, at tað eru nógvar hættisligar far­leiðir í Føroyum, og nógvar farleiðir eru enntá reinar deyðsfellur. Ynskilistin hjá teimum ymsu borg­ar­stjórunum kring landið er stórur, og í vikuni var borgarstjórin í Klaksvík frammi við sínum ynskilista: Tunnlarnir Norður um fjall, Viðareiðisvegin og vegin í Leirvík, og sló harumframt fast, at tað ikki kundi koma upp á tal, at nakar annar vegateinur í Føroyum kundi gerast, áðrenn hesi verkløg vóru gjørd.
Sum landsstýrisfólk í samferðslumálum hevur tað stóran týdning at tryggja, at vegakervið sum heild verður hildið viðlíka, at ferðslutrygdin er í lagi, at fremja tær verklagslógir, ið eru samtyktar í løgtinginum samstundis sum arbeitt verður við at gera gagnligar nýggjar íløgur kring landið. Sum landsstýriskvinna í samferðslumálum skal eg sostatt síggja til, at øll øki í landinum verða raðfest, eisini tað, sum liggur í miðstaðarøkinum, sjálvt um hetta fyri mong verður fatað sum ein mis­skiljing av uppgávuni sum landsstýrisfólk, tí høv­uðsstaðurin hevur nokk av øllum og hevur tískil ikki tørv á nakrari raðfesting.

Ytri ringvegur er ein 25 ára gomul verkætlan
Ytri ringvegur í Tórshavn er ein 25 ára gomul verkætlan, ið nú liggur í hálvum gekki, tí verkæltanin steðgaði upp fyri 2 árum síðani. Tal­an er sostatt ikki um nakra nýggja íløgu, sum skal gerast í samband við Skála­fjarðartunnulin, men at avslutta eitt arbeiði, ið longu er byrjað. Tó ikki sagt, at tað kunnu ger­ast broytingar í hesari nú 25 ára gomlu ætlan, sum iva­leyst krevur eina eftir­meting og dagføring. Skálafjarðar­tunnilin er ein 100% privat verkætlan, har landið ikki tekur nakran fíggarligan váða á seg, ei heldur í sam­band við avleiddar verk­ætlanir sosum ytra ringveg í Tórshavn. Ytri ringvegur í Tórshavn skal gerast, óansæð um vit fáa ein Skálafjarðartunnil ella ikki, tí vegurin loysir tann størsta ferðslutrupulleikan í Føroyum. Landsverk hev­­ur í mong ár víst á týdn­ingin av at gera ein innkoyringarveg til Havnar, og er tað hesi tilmæli, landsins myndugleikar eiga at taka í álvara. Tað koyra umleið 11.000 bilar inn í høvuðsstaðin hvønn dag, sum á ávísum tíðarskeiðum á degnum geva eitt stórt ferðslutrýst, og tískil er tað skilagott at leiða ferðsluna útum bygt øki. Taka vit hagtøl um ferðslutrygd, so vísa tey, at tað er størsti vandi fyri ferðsluóhappum, har ferðslan er stór, og eru tað tíverri nógvar syrgi­ligar ferðsluvanlukkur á vegastrekkinum inn í Havnina, á Kald­baks­veg­num, á Hvítanesvegnum sovæl sum inni í sjálv­um miðbýnum. Ytri ring­veg­ur í Tórs­havn eigur av­gjørt innivist í langtíðaríløgu­ætlanini saman við øðrum átrokandi verkætlanum og ferðslutrygdartiltøkum, ið skulu gerast kring landið.