Avvarðandi noyðast at verja tey óhjálpnu

ELDRARØKT Í ÓRØKT Avvarðandi føla seg nú noydd til at stovna eitt felag at røkja áhugamálini hjá teimum, sum fáa heimarøkt og liggja á ellis og røktarheimum

Nú skal eitt felag stovnast, sum hevur til endamáls at røkja áhugamálini hjá teimum, sum ikki klára tað sjálvi.
Stovnandi aðalfundur verður klokkan 18 týskvøldið, men enn er ikki heilt greitt, hvar hann verður.
Tað eru avvarðandi at fólki, sum liggja á ellis- og røktarheimum, og avvarðandi at fólki, sum fáa heimarøkt, sum nú taka stig til at stovna felagið.
Í fyrrakvøldið varð ein arbeiðsbólkur settur, sum skal fyrireika felagið og hesar dagarnar til týsdagin skulu tey leggja til rættis, hvussu felagið skal skipast og akkurát, hvørjum bólki, tey skulu vera málgagn hjá.

Alt ov einsamøll
Enn er ikki greitt, hvussu umfatandi felagið verður, um tað verður fyri tey eldru, sum fáa heimahjálp ella um tað eisini skal umfata tey, sum búgva á ellis- og røktarheimum og bústovnum annars.
Ein annar møguleiki er, at felagið skal umfata øll, sum hava almennar tænastur fyri neyðini á hesum øki, altso eisini yngri fólk, sum ikki klára seg sjálvi.
Rúna Sivertsen, sum er stigtakari, sigur, at helst fer felagið bara at umfata tey eldru, annars verður tað alt ov umfatandi.
Í hesum sambandi kann talan verða um eitt felag ið líkist tí danska felagnum ”Ældresagen”, sum røkir áhugamálini hjá teimum eldru á øllum økjum, eisini í fíggarligum og sosialum spurningum.
- Vit stovna felagið tí at vit halda, at tað er neyðugt, at tey, sum ikki megna at tala fyri seg sjálvi, fáa eina rødd, eitt málgagn, sum kann tala teirra søk, sigur Rúna Sivertsen.
Onkur hevur longu skotið upp at kalla felagið Eldramálið.
- Eg meti, at tørvur er á einum málgagni, sum kann ávirka politisku skipanina og teir stovnar, ið fáast við eldraøkið, leggur hon afturat.
Hon er sannførd um, at vánaliga støðan á eldraøkinum i dag, hevur ikki so nógv við sparingar og pengar at gera.
- Tað snýr seg nógv meiri um stýring og um, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur hon.
Men samstundis heldur hon, at bæði tey, sum hava brúk fyri Almannaverkinum, og teirra avvarðandi, standa alt ov einsamøll, tá ið trupulleikar og ivamál stinga seg upp.
- Tey, sum hava brúk fyri heimahjálp, eru ofta gomul og veik og eru frá eini tíð, har man ikki talaði at ella setti spurningar, men tekur við tí, man fær.
- Og mangan eru tað tey avvarðandi, sum mugu taka sær av tí partinum, har heimahjálpin ikki røkkur, sigur Rúna Sivertsen.
Tað er í hesum sambandi, at hon heldur, at tað er brúk fyri einum felag, ið kann taka trupulleikarnar upp, sum koma dag um dag, soleiðis at brúkararnir ella tey avvarðandi ikki skulu ringja á skrivstovuna hjá heimahjálpunum við hesum og hasum.
Les fleiri greinar í blaðnum um sama evni.