Vilja ikki krevja at arbeiðspláss verða kring landið

Samgongan heldur, at tað er at ganga almennum stjórum ov nær

 

Tað verður ikki eitt lógarkrav, at stjórar á almennum stovnum skulu geva starvsfólki møguleika at arbeiða heima. Tað er samgongan samd um.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um, at almenn størv kunnu verða sett sum fjarstørv kring landið í nógv størri mun enn nú

Har tað ber til, eiga øll nýggj almenn størv, at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, hóast arbeiðsplássið annars er í Havn, ella aðrastaðni, siga tey.

Tey halda, at á flestu almennum, og kommunalum, stovnum ber tað væl til at hava ávíst tal á starvsfólki, sum arbeiðir uttan fyri sjálvt arbeiðsplássið.

Men nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er tað greitt, at samgongan tekur ikki undir við hesum.
Tey taka undir við, at almennir myndugleikar leggja sína umsiting soleiðis til rættis, at tað ber til hjá fólki at arbeiða frá sínum bústaði í ein ávísan mun.

Tey halda, at tekniskt ber tað væl til at arbeiða á internetinum, og tað er ikki altíð neyðugt at vera til á arbeiðsplássinum fyri at kunna útinna sítt starv.

Men hinvegin staðfesta tey eisini, at tað er arbeiðsgevarin, sum hevur leiðslurættin. og tey halda, at arbeiðsgevarin má fyrst og fremst hava myndugleika til at hugsa um arbeiðsplássið, sum heild.

Í almenna setanarpolitikkinum eru tað ikki nakrar reglur um fjarstørv og samgongan heldur ikki, at hetta kann áleggjast við lóg.

– Hesin spurningur má heldur verða ein partur av almenna setanarpolitikkinum, har tað skulu vera greiðar reglur fyri, hvørjar treytir eru galdandi fyri slík størv.

– Tað er ikki neyðugt við lógarheimild fyri gera eina avtalu við starvsfólk um fjarstarv, siga tey í samgonguni.

 Hinvegin halda tey í andstøðuni, at góð og mennandi arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur vilja seta búgv kring landið.

– Tí er tað neyðugt við arbeiðsplássum í øllum landinum, serliga á útoyggj, og í oyggjunum annars, sum ikki hava fast samband, siga tey.

Tey halda, at ein skipan við fjarstørvum kann vera við at venda gongdini í teimum pørtum í landinum, har fólkatalið er minkandi.

Tí halda tey, at vit eiga at gera okkum greitt, hvussu nógv almenn arbeiðspláss kunnu setast kring landið.

Fjarstørvini kunnu skipast soleiðis, at nakrar dagar um vikuna verður arbeitt heimanífrá, og restina av døgunum verður arbeitt á starvsplássinum.

Men í hesum sambandi halda tey, at tað er neyðugt at skipa tað soleiðis, at arbeiðsrúm eru úti í bygdunum, soleiðis at fólk hava eitt stað at arbeiða í. Tað kunnu vera felags arbeiðsrúm, har fólk í ymiskum størvum arbeiða hvør í sínum lagi, halda tey.

Í koronakreppuni hava vit víst í verki, at tað letur seg gera at arbeiða heimanífrá. Tí er tað ein sjálvsagdur máti at skipað ein arbeiðsmarknað, ið samstundis ger tað liviligari og betri at búsetast kring landið, halda tey í andstøðuni.