Gerið íløgur í succés´ina hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi !

Nú er júst løtan, at landsins myndugleikar skulu fara inn at spara stórar peningaupphæddir . Hetta gerst best við at víðka serlæknatænastuna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Klaksvíkar Sjúkrahús, veitir í dag tænastu á høgum støði m.a. innan arm-, bein-, mjadnar-, hond- og urinologiskurðviðgerðir. Hetta letur seg gera, tí Sjúkrahúsið hevur megnað at fingið avtalur í lag við serlæknar uttanlands. Hesir koma til sjúkrahúsið at arbeiða við jøvnum millumbili gjøgnum alt árið og geva sjúklinginum 1. klassa viðgerð, hvør á sínum øki.

Her er talan um høgt virdar og dugnaligar serlæknar uttanlanda, sum hava stóra vitan og royndir innan teirra serøki. Hesir gera minst 100 skurðviðgerðir árliga innan teirra øki. Hetta gevur teimum tí stórar royndir, sum als ikki kunnu fáast við bert at arbeiða í Føroyum. Við tað, at teir hava stóra rutinu eru teir førir fyri og megna at gera nógvar skurðviðgerðir uppá heilt stutta tíð. Soleiðis eru teir ein sera effektiv arbeiðskraft.


Klaksvíkar sjúkrahús hevur nú meira enn 20 ára royndir á hesum øki. Hetta hevur ført til , at sjúkrahúsið hevur upparbeitt eina sera vælvirkandi ekspertisu og er í dag ført fyri at veita tænastu innan hesi serøkir á høgum støði ájavnt við onnur lond.

Starvsfólkaroyndir.
Starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur soleiðis fingið stóra vitan og royndir at arbeiða undir serlæknum. Hettar er sera dugnaligt starvsfólk, sum serlæknarnir seta stóran prís uppá at arbeiða saman við.

Brúka tíðina effektivt
Umleið 90 prosent av øllum hesum serskurðviðgerðum verða gjørdar á sjálvum Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tey írestandi 10 prosentini, har tað er neyðugt at flyta sjúklingin til Danmarkar, verða hesar skurðviðgerðir kláraðar uppá heilt stutta tíð. Hetta ber til, tí serlæknin á økinum fyrst kannar sjúklingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og leggur alt til rættis sjálvur áðrenn skurðviðgerðina í Danmark.

Hetta ger, at sjúklingurin verður spardur fyri óneyðuga langa bíðitíð. Haraftrat sleppur sjúklingurin í nógvum førum heim dagin eftir.

Fíggjarliga eru eisini stórar upphæddir at spara í hotel- og ferðaútreiðslum og óivað øðrum eisini.

Hvussu fáa vit hesir læknar at støðast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Um serlæknarnir fingu bjóða 1/3 fast starv við pension, vildi tað ført til, at Klaksvíkar Sjúkrahús bleiv attraktivt at søkja hjá serlæknum á høgum støði. Hesin leistur verður brúktur uttanlands við succés, og eru tey sera glað fyri hetta.


Landsins mynduleikar, síggið henda møguleika !
So landsins mynduleikar, tit eiga at duga at síggja møguleikar í hesi tænastu. Vit spara hópin av peningi, bæði innan ferðing og hoteluppihald. Haraftrat fær sjúklingurin viðgerðina gjørda í Føroyum á høgum støði, ájavnt við onnur lond.

Síggið møguleikan í at gera Klaksvíkar sjúkrahús til eina enn størri succés. Tit eiga at duga at síggja at hettar er vegurin fram. Handli nú skjótt, og spari nógvan pening, og gevi sjúklingum eina tænastu á høgum støði. Øll eiga at duga at skilja, at tað er er peningur at spara við at fáa nakrar serlæknar hendanvegin ístaðin fyri at senda hópin av sjúklingum uttanlands.