Føroya í Evropu, at vit hava tikið upp samband við hesar smátjóðir á fyrsta sinni. Hóast londini á mongum økjum eru ymisk, hava vit eisini líkheitir. Liktinstein, San Marino og Andorra eru øll uttanfyri ES [...] tættari samstarv við ES, eitt nú um tey fýra frælsini. Sjálvur haldi eg, at smátjóðirnar kunnu læra av royndunum hvør hjá øðrum og við at hava dialog okkara millum, kunnu vit eisini taka lut í kjakinum í [...] tíðarskeiði hevði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eisini onnur arbeiðsørindi í útlondum, og tí eru partar av ferðaútreiðslunum tengd at teimum ørindunum, upplýsir Uttanríkisráðið. Flogið varð ur Føroyum
slagi og kølidiskarnir eru fullir av sodavatni og lidnum og hálvlidnum rættum. Hon sigur, at tað ber ikki til at siga so nógv um matin, vit eta í Føroyum, tí ongar kostkanningar eru gjørdar seinastu 30 árini [...] nógv bendir á, at maturin er ikki nóg heilsugóður og tá ið vit síggja úrvalið í handlunum, gevur tað okkum eina ábending um, at maturin, vit eta, økir um vandan fyri at fáa diabetis. Snorri Patursson, [...] sodavatni og øðrum. Allastaðni verður lat upp til ovurát, sigur hann og eitt, hann sipar til, eru tey sjálvtøkuborð, sum eru nógvastaðni. Kristianna Rein heldur, at bæði fíggjarliga og menniskjansliga er stórur
gjørt kappingarárið hjá mær fullkomið, við tað at eg havi vunnið greipuna í borðtennis, hóast vit eru fleiri, ið eru sera javnir í oddinum, segði ein glaður Ragnar Egilsson eftir heiðurin. FM er tað størsta [...] nógv fram. Í finaluni leygardagin møttust Rói Agnarsson og Ragnar Egilsson, sum báðir eru úr Havn og eisini báðir eru landsliðsleikarar. Finalan gjørdist ein sera tøtt og spennandi finala, sum Ragnar vann [...] num í Álandi, har vit vóna at kunna veruliga gera okkum galdandi, men tað krevur at allir leikararnir á landsliðnum gera ein megnarinnsats, tí enn manglar eitt sindur í, fyri at vit skulu kunna blanda
um líkt og ólíkt, er álagt einum og hvørjum tíðindamanni/kvinnu, ið eru útbúgvin til tað. Heimurin er vorðin lítil sammett við tað, vit fyri 50/60 árum síðan kundu ímynda okkum hvat fyrifarast kundi úti [...] okkum til gleði og frama. Nú kemur Jenis av Rana - sum ikki einaferð - við niðurgerðina av tíðindafólkum, ið royna at lýsa ta aktuellu støðuna, tí tey - tíðindafólkini - eru ikki 100% hansaramegin andsýnis [...] andsýnis ísraelum contra palestinum. Hann roynir av øllum alvi at niðurgera tíðindi teirra, tí tey eru, eftir hansara hugsan, vinstrahall, og tað er av tí ónda fyri hann. Hendan nógv umrødda norðmannin, læknan
Bónus framvegis eru áhugaðir í at vera partur av handilsmiðdeplinum, men undir einum øðrvísi konsepti enn sum vit vanliga kenna Bónus. - Men tað eru eisini aðrir áhugaðir matvørðuhandlar, og vit hava onga avgerð [...] aðrar mátar. - Projekteringin av keikantinum er byrjað og maskinurnar eru komnar, so fólkið kann koma inn í sjálvan miðbýin við báti. Vit hava eisini gjørt munnligar avtalur við góðar 20 handlar, so tað hendir [...] viðmerkingar til allan slaturin. Spurdur um hvat teir ætla við keypinum, sigur Niels Mortensen, at teir eru í fer við at planleggja hetta í løtuni, og at Bónus er ein partur av teimum ætlanunum. - Men í løtuni
at innlendskir so væl sum útlendskir fjølmiðlar eru vónsviknir av, at tíðindafólkið so at siga als ikki fekk orð á varaforsetan og umhvørviskempuna. Vit vístu á í oddagrein mánadagin, at júst vitjanin [...] var Gore vitjanin í hesum høpi. Føroysk tíðindafólk eru vónsvikin, almenningurin er vónsvikin og tað, sum verri er: tey útlendsku tíðindafólkini eru vónsvikin. Vitjanin hjá Gore setti hvørki Føroyar ella [...] av vitjan Gores var í lagi. Hetta er bæði synd og skomm, og útlendsku fjølmiðlafólkini, sum nú so nakkalong eru farin heimaftur, kunnu staðfesta, at vertirnir fyri eina annars fakliga framúrskarandi ráðstevnu
n og umsitingina. - Men vit hava onki hoyrt aftur, og tað undrar okkum ikki sørt, sigur Martha Sigurðstein, sum limur í foreldraráðnum. Hon eigur tvey børn á stovninum, sum eru ávikavist 2½ ár og 4 ár [...] goldið fyri. Eitt nú hevur foreldraráðið skipað fyri garðdøgum, har tey hava sett upp ein hjall, ein bát og ein skeiðibana, umframt at tey hava lagt mold og graslíki á. - Foreldrini eru sera ónøgd og ótrygg [...] ótrygg við støðuna. Higartil hava vit goldið alt sjálvi, tí vit kunnu ikki liva við, at tey umleið 60 børnini bara hava sandkassar og tvær reiggjur at spæla við, sigur Martha Sigurðstein, sum fyrst og fremst
íløguni fyri hvørt búfólk. Higartil hava vit bert fingið játtan til tey fyrstu 10 plássini, men vit vænta, at játtanin til tey seks plássini, ið eftir eru, kemur uppá pláss til komandi ár, sigur hon. Tá [...] at tá ið tey fyrstu búfólkini eru flutt inn, verður sambýlið opið fyri innbodnum, eins og gjørt hevur verið á Toftum og í Leirvík, har eldrasambýlini standa liðug og eru tikin í nýtslu. - Enn er ymiskt [...] ymiskt eftir at fáa uppá pláss, men nú nærkast vit endanum ? og byrjanini, sigur ein fegin borgarstjóri. Stórt tak - Tað er soleiðis, at tá ið kommunur byggja eldrasambýlir, rindar landið 50.000 krónur av íløguni
húsinum, Niels Halm, fegnast um stuðulsavtaluna, og vísir á, at í øðrum londum eru slíkar avtalur væl kendar, og eitt nú í grannalondum okkara er vanligt, at vinnulív og mentanarlív finna saman í tílíkum [...] tað er gott fyri allar partar, at mentan og vinnulív finna saman. Tað gevur nýggjar møguleikar, at vit á henda hátt kunnu samstarva við vinnuligar fyritøkur sum Tryggingarfelagið Føroyar, ið samstundis [...] húsið og tiltøkini, sum húsið skipar fyri. Niels Halm vísir í hesum sambandi á, at tað jú framvegis eru og fara at vera Norðurlandaráðið og Føroya Landsstýri, ið standa fyri høvuðsfíggingini av Norðurla
av plássi og asfalti. Vit eru farnir at hyggja okkum eftir einum hóskandi staði, sum ikki liggur alt ov avsíðis frá miðbýnum, sigur Jan Christiansen. Sambært borgarstjóranum eru eisini nøkur hóskandi støð [...] skyld nýta kalla vit skateboard fyri skateboard. Tórshavnar kommuna eigur eina serliga breyt til endamálið uppi í Gundadali ? millum HB- og B36-húsið. Men hendan breyt er ikki nóg góð, eru brúkararnir samdir [...] halda, at umstøðurnar eiga at betrast. Alternativið er so at nýta skateboard aðrstaðni í býnum, eitt nú í miðbýnum. Og tað er heldur ikki frítt, at tílík skateboard seta nøkur merki eftir seg. Borgarstjórin