Heldur Saddam enn Bush

Irakar, sum flýddu undan stýrinum hjá Saddam Hussein, fara nú aftur til Irak at stríðast - ikki ímóti Saddam men Bush.

Irakska sendistovan í jordanska høvuðsstaðnum Amman hevur havt úr at gera seinastu dagarnar við at lata útlagnum irakum innferðarloyvi til Irak. Vesturlendskir tíðindamenn í Amman siga, at fleiri túsund irakar eru farnir heimaftur hesar dagarnar. Bara mánadagin avgreiddi sendistovan 3.000 innferðarloyvi.
Irakararnir, sum nú fara heimaftur, flýddu í síni tíð undan stýrinum hjá Saddam Hussein, men nú fara teir heimaftur at stríðast - ikki ímóti stýrinum í Bagdad, men ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum.
Við vesturlendskar fjølmiðlar siga irakararnir, at teir hava ikki álit á amerikanarunum og George W. Bush, forseta, og teir líta ikki á orð forsetans um, at hansara einasta mál er at beina fyri hópoyðingarvápnum og at koyra Saddam Hussein frá. Tað er irakska oljan, amerikanararnir vilja hava, siga irakararnir. Skulu teir velja ímillum Saddam og Bush, velja teir tann fyrra.
USA hevur skyldina
Ein av teimum vesturlendsku tíðindamonnunum í Amman, norðmaðurin John Hultgren, skrivar í blaðnum Aftenposten, at irakar geva amerikanarunum skyldina av, at Irak er vorðið eitt menningarland eftir tólv ár við handilsforðingum. Hetta hevur eisini gjørt, at nógv fleiri irakar styðja Saddam Hussein nú enn fyrr. Teir eru eisini sannførdir um, at Irak gjørdi tað, sum gerast kundi, fyri at sleppa undan kríggi, men at amerikanarar kortini leyp á landið. Tí kemur tað als ikki óvart á teir útlagnu irakararnar í Jordan, at teir landsmenn seta seg upp ímóti amerikansku hermonnunum.
- Bumbur gera ikki mun á vini og fígginda ella sivilum og herfólki. Tann, sum bumbar teg, er fíggindi tín, sigur Ahmed Jabouri við Aftenposten.
- Irakar eru illir, svangir og kringsettir. Saddam Hussein er eitt spøkilsi. Hann er allastaðni og ongastaðni. Er málið hjá amerikanarunum at koyra Saddam Hussein frá, hví gjørdu teir tað so ikki, tá teir sóu, hvussu irakar liðu undir handilstiltøkunum? Sjálvt menn, sum hava góða útbúgving, forvinna ikki nóg mikið í Irak til at breyðføða konu og børn og nóg illa til flutning til og frá arbeiði. Hetta er tað, sum vit hava fingið frá amerikanarunum, sigur Jabouri.