Streymoyar Sjálvstýrisfelag heldur, at sitandi landsstýrissamgonga er óarbeiðsfør, og spurningurin bert er um tíð, so fer l henda søkkandi skúta at renna á land.
Á árliga grækarismessufundinum samtykti felagið at leggja Streymoynna saman í eitt felag ? Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Hetta stendur í tíðindaskrivi frá Streymoyar Sjálvstýrisfelag á Grækarismessu 2009
Felagið heldur, at sitandi landsstýrissamgonga er óarbeiðsfør, og spurningurin bert er um tíð, so fer l henda søkkandi skúta at renna á land.
Felagið hevði tí eisini uppstillingarfund, har verandi valevni vórðu staðfest og tvey nýggj fólk stillaði upp til komandi løgtingsval:
Nýggj valevni til løgtinsval eru nú
Sigrún Mohr, pharmakonom og felagsformaður í Tórshavn
Annfinnur Garðalíð, bóndi og skipari í Vestmanna
Sigrún Mohr er kend sum formaður í Alzheimerfelagnum (www.alzheimer.fo <http://www.alzheimer.fo/> ), har hon í mong ár hevur virkað fyri korunum hjá teimum, ið rakt vera av demensi, eins og umstøðunum annars hjá eldri fólki í samfelag okkara.
Sigrún Mohr stillaði á fyrsta sinni upp til val á seinasta kommunuvali, tá ið hon fekk 314 persónligar atkvøður ? fleiri atkvøður enn meirilutin av sitandi býráði. Valskipanin gjørdi, at hon kortini ikki varð vald, men eftir ótaldar óheitanir er Sigrún nú vorðin løgtingsvalevni.
Annfinnur Garðalíð er kendur sum sjómaður og skipari, sum seinastu árini hevur roynt við gørnum. Hjartamál hansara eru broytingar í fiskivinnuni, so vit fáa skilabetri og burðardyggari veiði. Sum bóndi er Annfinnur kendur við viðurskiftini hjá smærri jarðarbrúkarum og felagshøgum, hvørs kor Sjálvstýrisflokkurin áhaldandi hevur roynt at bøtt.
Annfinnur Garðalíð hevur ikki áður stillað upp, men er longu farin undir at agitera. Nú Føroyar eru eitt valdømi ber til hjá valevnum floksins í Norðstreymi at gera seg galdandi millum samsint í øllum landinum, so hesin bústólpi fer helst at fáa góðan túr.
Streymoyar Sjálvstýrisfelag metir seg við hesum báðum valevnum at hava fingið sera týðandi profilar til løgtingsvalið komandi ? ið ikki man vera so langt burturi stendur í tíðindaskrivinum.