Sjónleikarastevna í Havn

Í sambandi við at Meginfelag áhugaleikara Føroyar í ár verður 20 ár, skiðar Havnar Sjónleikarafelag fyri landsstevnu. M. a. vitja sjónleikarar úr Íslandi

Tað hevur verið siður nú í mong ár, at tað um heystið verður skipað fyri einari landsstevnu fyri øll, ið áhuga hava í sjónleiki. Og hvørt ár er tað okkurt av limafeløgunum, sum skipar fyri. Nú, ið MáF fyllir 20 ár, varð hildið hóskandi at stevnan í ár verður í Havn og at Havnar Sjónleikarfelag skipar fyri.

Tað vóru Havnar og Klaksvíkar Sjónleikarfeløg, sum 23. september 1979 stovnaðu Meginfelag áhugaleikara Føroya.

Havnar Sjónleikarfelag hevur saman við Norðurlandahúsinum boðið bólkinum ?Hugleiki? úr Reykjavík at koma higar at framføra leikin ?Sálir Jónanna ganga aftur?. Bert ein almenn sýning verður - hon verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. september kl 16:00.

Høvi verður eisini at síggja íslendskan leikara framføra einmansleikin ?Tríati ár? í Sjónleikarhúsinum sunnukvøldið kl 18:00.

Stevnan byrjar í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið 17. septebmer kl 19:00 við stuttari setanarrøðu, einum drekkamunni og hugnapráti, og kl 20:30 verður pallborðsfundur um evnið

?Er sjónleikurin, sum hann er, førur fyri at klára tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman?.

Til pallborðið eru boðin umboð fyri MáF, Leikarafelag Føroya, Leikpallin, Undirvísingar- og Mentamálastýrið og Tórshavnar Býráð.

Sjónleikarafeløgini venja nú ymisk brot á føroyskum úr ?Gyltaliði? eftir Dávíð Stefánsson, sum tey so fara at framføra leygardagin á stevnuni í Sjónleikarhúsinum. ?Gyltalið? og ?Sálir Jónanna?, sum íslendsku gestirnir framføra, eru báðir gjørdir eftir somu kendu søgnini - men upp á hvør sín máta! Kanska kann hetta verða feløgnum okkara til íblástur, tá ið vit síggja, hvussu til ber at fáa nýtt lív í gamlar søgur og leikir.

Tað er ikki nøkur treyt at vera við í framførslum til tess at koma á stevnuna. Øll áhugað eru vælkomin at tekna seg á skrivstovuni hjá MáF tlf 31 56 24 ella mayla til maf@post.olivant.fo.

Leygardagin fara øll í Norðurlandahúsið at síggja tann sera spennandi og stuttliga íslendska leikin. Og stevnan endar leygarkvøldið við jubileumsveitslu í Sjónleikarhúsinum.

Vónandi koma mong sjónleikaáhugað á stevnuna í Havn hetta vikuskiftið, heilsa tey úr MáF.