Sambandsflokkurin vinnarin í veljarakanning

Sambandsflokkurin einasti flokkur ið fær ein tinglim afturat.
Tjóðveldið mist knapt 1% síðan seinastu veljarakanning

Marjus Dam, løgtingsmaður

Tað undrar stórliga, at nú ið ein nýggj veljarakanning er gjørd, ið gevur Sambandsflokkinum ein tinglim afturat, so verður blást upp, at Tjóðveldisflokkurin, ið ongan tingsess fær afturat er tann stóri sigurharrin í kanningini. Enn meira undrar tað, tá hugsað verður um, at Tjóðveldið hevur mist 0,5% síðan seinastu veljarakanning. Tað gongur jú afturá hjá Tjóðveldinum.

Hetta minnir um manipulatión. Og tað er jú tað, ið serliga leiðslan hjá Tjóðveldinum dugir best. Tí hugsar ein um Tjóðveldisflokkurin hevur havt ein fingur við í sjálvari framløguni.
Nú var eg ikki til sjálva framløguna. Men tað tykist, sum um blaðfólk so dyggiliga eru tikin við nøsini av tí ella teimum, ið hava lagt fram. Er tað ein ella fleiri persónar, ið hava tilknýti til Tjóðveldisflokkin, ið hava lagt kanningina fram? Eg spyrji bara.
Um blaðfólkini ikki eru tikin við nøsini, fer ein at spyrja seg sjálvan, um einstøk blaðfólk eru óheft ella íheft ávísum flokkin.
Hví eg sigi tað?
Jú, eftir seinasta løgtingsval gjørdist Sambandsflokkurin nógv størstur í prosentum. Nummar 3 var Tjóðveldisflokkurin. Tjóðveldisflokkurin var tá útnevndur til vinnara, hóast hann var 3 størsti flokkur. Sambandsflokkurin, ið var nógv tann størsti flokkurin, var útnevndur til tapara av valinum. Eitt sindur undarligt. Men  tá var hugt eftir tingsessum - Tjóðveldi fekk 8 ímeðan Sambandið fekk 7 mandatir.
Nú Tjóðveldisflokkurin stendur í stað, tá hugsað verður um tingsessir, og Sambandsflokkurin gerst tann stóri vinnarin við einum tinglimi afturat  so verður heilt elegant skift aftur frá tingsessum til prosentir. Hetta skiftið ímillum tingsessir og prosentir tænir so bert einum endamáli  nevniliga manipulatión  til frama fyri Tjóðveldisflokkin.
Ella er tað ikki so  blaðfólk á Sosialinum? Eg vóni at fáa eitt svar.
Eg vóni somuleiðis, at fremsta síða á Sosialinum kemur við eini feitari yvirskrift- nevniliga at Sambandið er vinnarin. Tí vit vunnu ein tingsess afturat  sum einasti flokkur á Løgtingi.
Og til blaðfólk á Sosialinum:  latið tykkum ikki misnýta av Tjóðveldisflokkinum. Teir duga at manipulera sum fáur.
Annars, so velur umleið 4 hvør veljari eisini Sambandsflokkin  til kunningar, tað vísir sama kanning.