børnum. Eftir tekningini verður ein vøggustova við trimum stovum, ein barnagarður við trimum stovum og ein frítíðarskúli við einari stovu. Tað serstaka við uppskotinum er, at stovnurin verður býttur upp í [...] frammi um at kommunan skuldi byggja ein dagstovn á sama øki, sum ætlaða útstykkingin skal verða. Í hesum sambandi hevur Grækaris sjálvur gjørt eitt uppskot til ein dagstovn, sum kann rúma eini 100 børnum [...] av dagstovninum einaferð seinni, er góðir møguleikar fyri hesum. - Vit meta, at ein stovnur til 100 børn er hóskandi, tá ein tekur hesa nýggju útstykkingina við í metingina, sigur Grækaris um ætlan sína
útflutningsvirðið. Hesuferð elvdi ein lýsing frá Kovanum um, at meira enn 20 milliónir krónur koma ikki landinum tilgóða, tí rognini verða koyrd í havið, og síðani ein evnisdagur um fiskalivur, sum fer [...] verið eitt stórt framstig og ein stórur lætti fyri fiskimenn. Harafturat sparir hon munandi um tíðina at hagreiða fiskin umborð og at fáa hann í ís. Tí fara teir, sum ein vísti á í lesarbrævi um dagarnar [...] verða framleidd fult út, er kanska talan um meira enn 100 mió.kr. í virði, sum ikki koma til sættis. Ein orsøk til, at hvørki rogn ella livur kemur til landið, er hon, at kryvjimaskinurnar, sum nógv fiskiskip
bakhurðina, eins og á fleiri modellum hjá Alfa. Áðrenn Seat Leon rættuliga var komin á danska marknaðin í fjør, varð hann kosin til ársins bil 2006. Grundgevingarnar vóru m.a. at Leon er ein designperla [...] hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein 2,0T FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. Leon hevur ESP sum standard eins og differentialesperru og bremsuassistent [...] líkjast teir hvør øðrum. Hóast ymiskir í stødd ganga somu linjur aftur, og framman eru teir næstan eins. Allir eru teir teknaðir av kenda italska bildesignaranum Walter de Silva við konseptbilinum Seat
avgjørt er í samsvari við endamálið hjá FTI. - Vit eru sannførd um, at at ein kreativ og smidlig nýtsla av framkomnari tøkni verður ein hornasteinur í allari føroyskari vinnumenning - eisini okkara. Hetta krevur [...] átakið nú hevur fingið ein høvuðsstuðul. Hetta ger fíggjarligu karmarnar betri, nú ætlanin er, at føroyskir næmingar á hvørjum ári skulu takast við javnaldrar úr øðrum Norðanlondum. Ein kapping, har Føroyar [...] Sponsor-avtala First Lego League er ein norðurlendsk kapping millum skúlanæmingar, har tøkni og Lego-leikur skulu nýtast á kreativan hátt. Hetta verður gjørt við at uppfinna og seta saman tólmenni av ymsum
góður í øllum. Tá ein kennir, at ein sjálvur stendur til svars fyri at alt skal ganga væl, kann sjálvt lívið blíva ein stressfaktor, sigur hon. Formaðurin fyri Børnerådet, sum er ein stovnur undir danska [...] Danskir tannáringar kenna seg so pressaðar, at meira enn fjórði hvør líður av stress, vísir ein kanning hjá "Center for Ungdomsstudier og Religionspædagogik". Kanningin, sum er grundað á svar frá 1168 [...] av teimum. Tað er ikki longur soleiðis, at tey ungu meina ella gera tað sama sum foreldrini. Tað er eins og tey dagliga skulu uppfinna síni egnu virðir og taka allar avgerðir sjálvi og standa til svars fyri
Tað heldur landsdjóralæknin Bjørn Harlou. Eg mæli fólki til at fara til ein djóralækna, um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur hann. Í sambandi við [...] æknin Bjørn Harlou heldur, at besta loysnin er at fara til ein djóralækna, um eitt húsdjór skal avlívast. Tað kann vera trupult av avlíva ein hund ella eina kettu serliga um tað er eitt djór, sum tú hevur [...] n hátt. Við hesum gjørdist dómarin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lívið av djórum á ein óforsvarligan hátt. Tað bar kanska til at drukna eina kettu fyri 30 árum síðani uttan at fáa revsing
siga, hví tað júst í ár er vorðin ein mangul upp á frítíðaravloysarar. Vanliga fáa tey fólk úr Føroyum inn, eins og fleiri føroyingar, sum lesa niðri, fegnir nýta ein part av summarfrítíðini at arbeiða [...] nýta vikarstovur fyri at fáa fólk, men hetta er ein sera dýr loysn. Men okkurt má gerast fyri at halda eitt nøktandi støði, og so má bara vónast, at ein loysn fæst á tørvinum á starvsfólki til sjúkrahúsini [...] hevur fingið hópin av umsóknum, tá frítíðaravloysarar skulu setast í starv, men í ár hevur tað verið ein trupulleiki. Aktiviteturin er eisini vanliga lægri summarmánaðirnar, men í ár er trot á starvsfólki
eginleikar metir tú vera avgerandi fyri, at ein landsstýrismaður ella ráðharri hevur slagkraft í sínum arbeiði? Finnbogi: Ein landsstýrismaður skal hava ein breiðan kunnleika um samfelagið og um alheims [...] nyttar nakað sum helst einsamallur. Ein góð útbúgving, serliga um samfelagsviðurskifti, kann vera gott ískoyti í teir eginleikar, eg havi nevnt frammanfyri. Hevur ein landsstýrismaður útbúgving á málsøkjum [...] alheims samfelagið. Hann skal eisini hava politiskar royndir og vita, hvat hann vil. Ein landsstýrismaður má eisini tora og hava styrki at standa við tað, hann heldur og meinar. 2) Hvønn týdning leggur tú í
góðari leiðaraútbúgving, sigur ein av luttakarunum í bólkinum, sum situr úti í gongini. Ein annar er ikki samdur við hesum, tí tað fer helst at taka alt ov langa tíð, áðrenn ein kann koma so langt við hesum [...] hugskotini fram á borðið, eitt fyri og annað eftir. Semja er tó um, at fyrsta treytin er at ein definerar, hvat ein góður leiðari er. - Lat okkum skriva alt niður. Hvar er pappírið? Og so er tey í gongd við [...] hesum. Handlast má her og nú. - Eg veit, sigur ein triði limur í hesum bólkinum. Hygg, hví gera vit ikki bara eitt upplegg til eitt slíkt leiðaraskeið! Hetta eru hini við uppá beinanvegin, og so koma tey
portalarnar lidnar, eins og arbeitt verður við vegagerðini Gásadalsmegin, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki við Sosialin. Tá tunnilin einaferð kemur í gjøgnum verður tað ein stórur lætti hjá b [...] longd sum á vegastrekkjunum báðumegin: Úr Gásadali niðan til munnan er gjørdur ein 850 metrar langur vegur, og Bíggjarmegin ein 400 metrar langur vegur. Gásadalsmegin er vegurin grovplaneraður frá tunnilsmunnanum [...] við boltum, eins og tað er sproytipussað. Sum nevnt er koyrandi til Gásadals, men enn er so bert gjørligt hjá postbili, oljubili og øðrum tænastubilum at koyra hagar um tørvur er á tí. Ein bummur forðar