Fakmaður kann gerast ein forðing

- Hevur ein landsstýrismaður útbúgving á málsøkjum, hann umsitir, kann tað skjóttføra til, at hann hongur seg ov nógv í fakligar smálutir og ikki dugir nóg væl at síggja heildina, heldur Finnbogi Ísakson fyrrverandi landsstýrismaður

Fyrrverandi løgtingsformaðurin og formaður Tjóðveldisfloksins, Finnbogi Ísakson, hevur tríggjar ferðir roynt seg sum landsstýrismann undir ymiskum samgongum.

Í sjeytiárunum umsat hann skúla- og samferðslumál, og seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum var hann í tveimum førum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Vit hava sett honum nakrar spurningar í samband við útbúgvingarstigið hjá føroyskum landsstýrismonnum.

1)Hvørjar eginleikar metir tú vera avgerandi fyri, at ein landsstýrismaður ella ráðharri hevur slagkraft í sínum arbeiði?
Finnbogi: Ein landsstýrismaður skal hava ein breiðan kunnleika um samfelagið og um alheims samfelagið. Hann skal eisini hava politiskar royndir og vita, hvat hann vil. Ein landsstýrismaður má eisini tora og hava styrki at standa við tað, hann heldur og meinar.

2) Hvønn týdning leggur tú í
sjálvt útbúgvingarstigið hjá einum landsstýrismanni fyri heildaravrikið hjá hansara ella hennara ráði?
Finnbogi: Gamalt er, at lærdómur er lættur at bera. Eg haldi tó ikki, at lærdómur nyttar nakað sum helst einsamallur. Ein góð útbúgving, serliga um samfelagsviðurskifti, kann vera gott ískoyti í teir eginleikar, eg havi nevnt frammanfyri. Hevur ein landsstýrismaður útbúgving á málsøkjum, hann umsitir, kann tað skjóttføra til, at hann hongur seg ov nógv í fakligar smálutir og ikki dugir nóg væl at síggja heildina.

3)Við einum fakliga sterkum embætisverki, er tað ikki líka mikið, um ein landsstýrismaður hevur 7.flokk úr Fólkaskúlanum ella eina langa akademiska útbúgving?
Finnbogi: Tað er avgjørt neyðugt við einum fakliga sterkum embætisverki, og hjá okkum má tað nú vera betur útgjørt enn nakrantíð. Í prinsippinum hevur tað ongan týdning, um landsstýrismaðurin dugir at lesa ella er analfabetur, men sum nevnt undir fyrsta punkti haldi eg tað vera neyðugt, at ein landsstýrismaður hevur ávísar eginleikar.

4)Í Tinghelluni 14 mai nevnir tú, at føroysk embætisfólk eru nakað skjót at stinga nøsina fram.Hvat meinar tú við hesari útsøgn?
Finnbogi: Eftir húsagangin fyrst í nítiárunum fingu politikarnir alla skylduna. Millum manna var virðingin - eisini millum embætisfólk - minni enn frammanundan. Embætisfólk hava sum onnur í samfelagnum sínar meiningar, og nú var kjansurin at royna at troka sínar egnu meiningar ígjøgnum, tí politikararnir nyttaðu sum kunnugt einki. Tað var hetta, eg hugsaði um í greinini, tú sipar til.

5) Eru tað tínar royndir, at føroysk embætisfólk eru politisk?
Finnbogi: Mínar royndir eru, at embætisfólk sum heild eru ikki politisk í sínum arbeiði. Einstøk undantøk havi eg kortini upplivað, og tá hava embætisfólkini fyrst og fremst verið partapolitisk.