Bert tung ferðsla sleppur til Gásadals

Arbeiðið við tunlinum til Gásadals gongur alsamt framá. Enn er trupult at siga, nær koyrandi verður, tí alt veldst um hvørja játtan arbeiðið fær frá løgtinginum.

Enn er tað bert tann tunga ferðslan, sum sleppur til Gásadals.
Arbeiðið við liðugtgerðini av tunlinum millum Bø og Gásadal gongur tó javnt og samt framá. Nær arbeiðið verður liðugt ber ikki til at siga við vissu.
- Í ár verður serliga arbeitt við at gera portalarnar lidnar, eins og arbeitt verður við vegagerðini Gásadalsmegin, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki við Sosialin.
Tá tunnilin einaferð kemur í gjøgnum verður tað ein stórur lætti hjá bygdafólkinum at sleppa av bygdini, um tey skulu ørindi í aðra bygd. Fyrr máttu tey fara upp um fjøll ella við tyrlu, men í framtíðini kunnu tey fara av bygdini gjøgnum fjallið.
Hvørjar møguleikar hetta nýggja vega- og tunnilssambandið annars fer at geva fyri eini menning av hesi lítlu bygdini, tað má so bara framtíðin vísa okkum.

Lykil til bummin
Tunnilsgerðin millum Bø og Gásadals er ein av teimum størru verkætlanunum hjá Landsverki í løtuni. Umframt sjálvan tunnilin fevnir arbeiðið eisini um vegagerð báðumegin.
Sjálvur tunnilin er góðar 1400 metrar langur, og tað er nøkurlunda sama longd sum á vegastrekkjunum báðumegin: Úr Gásadali niðan til munnan er gjørdur ein 850 metrar langur vegur, og Bíggjarmegin ein 400 metrar langur vegur.
Gásadalsmegin er vegurin grovplaneraður frá tunnilsmunnanum og oman í sjálva bygdina. Inni í tunlinum er loftið reinsað og tryggjað við boltum, eins og tað er sproytipussað.
Sum nevnt er koyrandi til Gásadals, men enn er so bert gjørligt hjá postbili, oljubili og øðrum tænastubilum at koyra hagar um tørvur er á tí. Ein bummur forðar øðrum bilum at koma til bygdina, men bygdarfólkið hevur kortini atgongd til ein lykil, ið kann lata upp lásið á bumminum.
Við innkomuna til Gásadals var ætlanin upprunaliga at portalurin skuldi vera 15 metrar, men hann skal ístaðin økjast við níggju metrum upp í 24 metrar. Hetta verður gjørt fyri at økja um trygdina.

Játtanin avgerð tíðina
Arbeiðið við Gásadals-tunlinum hevur nú vart í nøkur ár, men enn veit eingin at siga, nær tunnilin fer at lata upp fyri almennari ferðslu. Alt veldst um, hvønn pening teir fáa at arbeiða fyri.
Av Landsverki verður kortini upplýst, at arbeiðið, sum nú er í gerð við portalunum, verður liðugt í summar. Hetta arbeiðið kostar omanfyri tríggar mió. kr., meðan kostnaðurin fyri samlaða arbeiðið er mettur til slakar 40 mió. kr.
Arbeiðstakari til hetta nýggja vegasambandið er Byggitek, meðan tey hjá Landsbyggifelagnum virka sum tekniskir ráðgevarar.