Júst tá nakrar keiputekningar í Jútlandspostinum elvdu til mikið rok í
øllum muslimska heiminum, varð spurningurin um tilfeingið í sjónum
evnið í orðaskifti í føroysku fjølmiðlunum í fleiri dagar. Orsøkin er
hon, at vit blaka útflutningsvirði fyri 20-tals milliónir krónur í
havið aftur.
Spurningurin um at gagnnýta og góðska fiskin hevur ofta verið
umrøddur. Ikki minst í hesum blað, har vit fyri meiri enn 25 árum
síðani settu veruliga gongd á orðaskiftið um at góðska okkara
fiskavørur meira, so vit skaptu fleiri arbeiðspláss og øktu
útflutningsvirðið.
Hesuferð elvdi ein lýsing frá Kovanum um, at meira enn 20 milliónir
krónur koma ikki landinum tilgóða, tí rognini verða koyrd í havið, og
síðani ein evnisdagur um fiskalivur, sum fer sama veg.
Í samband við fiskalivrina hevur verkfrøðingurin Helgi Nolsøe, sum
arbeiðir á hesum øki, upplýst, at um alt kemur til høldar, og um
evnini úr livur verða framleidd fult út, er kanska talan um meira enn
100 mió.kr. í virði, sum ikki koma til sættis.
Ein orsøk til, at hvørki rogn ella livur kemur til landið, er hon, at
kryvjimaskinurnar, sum nógv fiskiskip hava fingið sær tey seinastu
árini, fer illa við innvølinum. Kryvjimaskinan hevur verið eitt stórt
framstig og ein stórur lætti fyri fiskimenn. Harafturat sparir hon
munandi um tíðina at hagreiða fiskin umborð og at fáa hann í ís. Tí
fara teir, sum ein vísti á í lesarbrævi um dagarnar, ikki aftur til at
kryvja við hond.
Men onkur onnur loysn má finnast. Fleiri uppskot eru nevnd. Ein er at
bøta kryvjumaskinuna, og eisini er nevnt, at fiskurin bara verður
bløðgaður og ikki kruvdur umborð. Somuleiðis hevur onkur víst á, at í
rognatíðini kundu skipini havt eini tveir mans afturat við, tí so nógv
fæst fyri rognini, at tað loysir seg at hava fleiri við.
Men hetta er ein spurningur, sum nógvar meiningar eru um, og sum vit
ikki hava skil fyri. Hinvegin kunnu øll semjast um, at vit eiga og
mugu fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi - á landi sum á sjógvi.
Tí mugu vit miða eftir, at tað politiskt verður lagt soleiðis til
rættis, at alt skal koma til sættis. Flestu føroyingar eru samdir um,
at vit skulu byggja upp ein sjálvberandi búskap, sum er fyritreytin
fyri øllum sjálvstýri, men við hesum politiska setningi ber ikki til,
at ókeypis tilfeingi fer aftur í havið. Tað hava vit kki ráð til!
Sosialurin










