Best um húsdjór verða avlívað hjá djóralækna

Eg mæli fólki til at fara til ein djóralækna, um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Lars Mohr Nielsen, djóralækni, sigur, at teir avlíva alt fleiri djór fyri fólk

Fólk, sum ætla sær at avlíva eitt húsdjór, skulu fara til djóralækna fyri at fáa tað gjørt.
Tað heldur landsdjóralæknin Bjørn Harlou.
Eg mæli fólki til at fara til ein djóralækna, um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur hann.
Í sambandi við eitt rættarmál um avlíving av einum hundi, gjørdi dómarin í Føroya rætti í farnu viku greitt, at frameftir merkir tað 30 daga treytaleysa fongulsrevsing, um onkur avlívar eitt djór á óforsvarligan hátt.
Við hesum gjørdist dómarin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lívið av djórum á ein óforsvarligan hátt. Tað bar kanska til at drukna eina kettu fyri 30 árum síðani uttan at fáa revsing, men soleiðis er tað ikki longur. Nú kunnu fólk rokna við 30 daga fongsulsrevsing, um tey gera tað, segði Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor, við Sosialin leygardagin.

Kann vera trupult
Landsdjóralæknin Bjørn Harlou heldur, at besta loysnin er at fara til ein djóralækna, um eitt húsdjór skal avlívast.
Tað kann vera trupult av avlíva ein hund ella eina kettu serliga um tað er eitt djór, sum tú hevur havt eitt tætt forhold til í nógv ár.
Tað ber til at skjóta tey, men tað skal vera fólk, sum duga við vápn, og so skulu tey heldur ikki ivast, tá ið tey skulu skjóta, tí annars kann tað enda við forferdiligar lamskjóting, sigur landsdjóralæknin.

Avlíva nógv djór
Lars Mohr Nielsen, djóralækni í Havn, sigur, at ein alt meira vanlig uppgáva hjá djóralæknunum er avlíving av húsdjórum.
Tað koma nógv fólk til okkara fyri at fáa avlíva eitt djór, og eisini bøndur biða okkum avlíva djór fyri seg, sigur hann.
Avlívingin hjá djóralækna verður framd við sproytum. Fyrst fær djórið eina sproytu, sum tað sovnar av, og síðani verður tað avlívað við ein sproytu beinleiðis inn í hjarta.
Eg vil mæla fólki frá at fara undir at avlíva djór, um tey ikki kenna seg fullvís, at tey ella tann, sum tey biða gera avlívingina fyri seg, kunnu gera tað á forsvarligan hátt. Djórið skal doyggja beinanvegin, og tað kann gerast við at skjóta djórið í høvdið, men tað er einki serliga tespiligt, og tað skal ikki kiksa, sigur Lars Mohr Nielsen.
Hann heldur sum landsdjóralæknin, at best er, um ein djóralækni avlívar djórið.