At Seat hava fingið sín egna stíl, er nýggi Seat Leon besta dømi um. So hvørt sum nýggj modell frá Seat koma á marknaðin, líkjast teir hvør øðrum. Hóast ymiskir í stødd ganga somu linjur aftur, og framman eru teir næstan eins. Allir eru teir teknaðir av kenda italska bildesignaranum Walter de Silva við konseptbilinum Seat Salsa frá 2002 sum fyrimynd.
Seat er sportsliga bilmerki hjá VW-konsernini, á sama hátt sum Alfa Romeo í Fiat-konsernini. Leon líkst ikki sørt einum Alfa Romeo aftan. Handtakini til síðuhurðarnar aftan sita í síðurútinum, aftan fyri bakhurðina, eins og á fleiri modellum hjá Alfa.
Áðrenn Seat Leon rættuliga var komin á danska marknaðin í fjør, varð hann kosin til ársins bil 2006. Grundgevingarnar vóru m.a. at Leon er ein designperla, sum sameinir sportligar koyrieginleikar við ein rúmligan familjubil, samstundis sum hann uppfyllir øll krøv til trygd. Í mun til forgangaran er nýggi Leon væl størri og rúmligari.
Nýggi Leon er bæði sportsligur at koyra og góður at sita í - setrini stuðla væl og koyristøðan er nakað heilt fyri seg. Vælvirkandi elektromekaniska servostýring gevur bilinum eina fasta og neyva stýring.
Leon fæst í útgávunum: Referance, Styline og Sport-up. Fimm motorar eru at velja ímillum, tríggir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein 2,0T FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk.
Leon hevur ESP sum standard eins og differentialesperru og bremsuassistent. BSW-skipanin heldur bremsuskivurnar reinar og fríar fyri vatn, og TSC-antispinn er ein partur av ABS-bremsuskipanini. Annars hevur Leon eisini 6 airbag og fleiri innbygdar trygdarskianir.
Seat Leon kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Písirnir byrja við kr. 198.000 fyri ein 1,6 litur Reference við 102 hk.
Seat Leon 1,9 TDI
Motorurin1,9 litur TDI PD diesel 105 hk
0-100 km/t11,3 sek
Oljunýtsla19,2 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd431,5 cm
Breidd176,8 cm
Hædd145,8 cm
Eginvekt1.300 kg
Viðførisrúm341 litrar
Prísurkr. 226.000,-
SøluumboðP/F Bilasølan
Vegurin Langi
Tel. 315354
www.bilasolan.fo