Stressaðir ungdómar

Tað er ikki einans tey vaksnu, sum kunnu blíva stressaði. Danskir yvirlæknar og framtíðargranskarar ávara ímóti at tey ungu eru ofta alt ov framsøkin og seta sær ov høg mál. Tað er ikki altíð realistiskt, at man skal verða góður í øllum

Danskir tannáringar kenna seg so pressaðar, at meira enn fjórði hvør líður av stress, vísir ein kanning hjá "Center for Ungdomsstudier og Religionspædagogik".

Kanningin, sum er grundað á svar frá 1168 næmingum í 7. 8. og 9. flokki, staðfestir m.a. at tað serliga eru teir nógvu valmøguleikarnir, sum gera lívið so ógreitt og torført fyri tey ungu, og tey vita ongantíð, nær tey eru góð nokk

Tey ungu vilja náa alt, tey skulu helst hava minst eitt 11-tal í matematikk, skora flest mál í fótbólti, hava nógvar vinir og liva upp til tað sum foreldrini vænta av teimum.

Tað er ikki longur soleiðis, at tey ungu meina ella gera tað sama sum foreldrini. Tað er eins og tey dagliga skulu uppfinna síni egnu virðir og taka allar avgerðir sjálvi og standa til svars fyri teimum.

Yvirlæknin, Nanna Eller, ið arbeiðir á stressklinikkini á Hillerød Sygehus, sigur, at tað í veruleikanum er óhugnaligt, at so nógv ung eru so stressaði. Hennara royndir, sum yvirlækni á stressklinikkini vísa, at tey ungu eru ofta alt ov framsøkin og seta sær ov høg mál. Tað er ikki altíð realistiskt, at man skal verða góður í øllum. Tá ein kennir, at ein sjálvur stendur til svars fyri at alt skal ganga væl, kann sjálvt lívið blíva ein stressfaktor, sigur hon.

Formaðurin fyri Børnerådet, sum er ein stovnur undir danska statinum, Klaus Wilmann, sigur, at foreldrini ofta sjálvi hava ábyrgdina av, at børnini blíva stressaði. Ábyrgdin hjá foreldrunum er at fáa tey ungu at skilja, at hvørja ferð tey sjálvi velja at fara í gongd við okkurt nýtt, mugu tey samstundis velja okkurt annað frá. Tað snýr seg ikki um at avmarka tey ungu og teirra valmøguleikar, men um at vegleiða tey, sigur Klaus Wilmann, sum heldur at lívsstílurin hjá teimum ungu ofta er ein spegilsmynd av hvussu tey vaksnu liva.

Eisini framtíðargranskarin Martin Kruse, sum kannar stress á Instituttet for Fremtidsforskning, heldur at foreldrini her hava eina stóra ábyrgd. Hann sigur m.a. at tá foreldrini alla tíðina hava ringa samvitsku av, at tey ikki náa alt, tey vilja, smittar tað av upp á børnini.

Útviklingurin gongur tann vegin, at tey ungu í størri mun sjálvi vilja ráða fyri hvat tey gera, men tað er ábyrgdin hjá foreldrunum er at vegleiða tey, soleiðis at tey ikki einans royna at liva upp til tey vaksnu og blíva eins stressaði og tey, sigur framtíðargranskarin Martin Kruse.

kristeligt-dagblad.dk