umboðað á vælferðarøkinum, fingu høvi at koma við okkara tankum og ráðum um, hvussu viðurskiftini kunnu gerast betur. Á Grækarismessu eggjaði okkara løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, til at veita skattalætta [...] at mangla millum 60 og 80 starvsfólk um árið komandi 10 árini – ella 600-800 starvsfólk. Flestu av hesum eru námsfrøðingar og hjálparfólk. Samstundis síggja vit fleiri og fleiri stovnar á barnamenningarøkinum [...] at útboð og eftirspurningur eigur at avgera prísin og at serskattaskipanir ikki eru vegurin fram – hesum eru vit eisini samd í. Vit mugu tó vísa á, at samráðingarpartarnir hjá okkum ikki duga at síggja
einum máli um, at tað finst ein ørgrynna av hesum kraftmiklu vápnum kring landið. Tað er púra vanligt, at fólk liggja inn við ólógligum riflum, og nógvar av hesum eru komnar til landið við fólki, sum hava [...] vandamiklar, og tær verða mettar at verða góðar og álitandi. Tær røkka okkurt um ein kilometur og kunnu drepa fólk upp á langan tein, verður sagt av Marinustøðini í Havn. ? Tað kann vera vandamikið, um [...] ið hvussu so er verið um tríggjar ymiskar riflur. Í blaðnum í gjár staðfestu løgreglufólk, at tey kunnu ikki taka ímóti riflum, sum fólk hava hug at sleppa av við, uttan at ein bót samstundis verður útskrivað
vónbrot, tá ið eg las um ætlanina við hesum skúla, at hesin skúlin skuldi verða tengdur at Húsarhalds-/handarbeiðsskúlanum í Klaksvík, og at tilfarið, ið skal nýtast í hesum skúla, skal vera føroyskt. Tey fólk [...] fyrireikingarnevnd, hava tey nakrantíð sett sær spurningin: »Hvat er list?« - jú, list er at skapa, tað kunnu vit øll verða samd um, og tað at skapa list er vítt og breitt, men tað er eins og nakrir tjóðveld [...] ið er og harvið búskaparliga treytin fyri, at hesin skúlin skal bera seg fíggjarliga, men seinri kunnu deildir flytast út á bygdirnar. Og tá ið tosað er um Listaskúla í alheims høpi, má hesin Listaskúlin
so eru tað eisini nógv dømir um, at fyrimyndir kunnu hava ringa ávirkan á ungdóm. Lat tað tó verða sagt beinan vegin, at tey flestu av fyrimyndunum kunnu ikki dragast til svars fyri, at teirra persónur [...] veit allur heimurin tað dagin eftir. Ein álvarsligt mál, sum er vert at nevna í hesum sambandi, er útsjóndin hjá nógvum av hesum fyrimyndunum. Tað er eingin loyna, at fleiri av fyrimyndunum hjá ungum gentum [...] ungu nógv við at venja ítrótt, og summi teirra fáa sær kanska eisini ein sunnari lívsstíl, so at tey kunnu gerast enn betur á sínum øki. Hetta er jú ikki av tí ringa, men tað skal tó ansast eftir, at tað ikki
hava eitt dagligt samband ikki kunnu fáa hetta tvífaldað. Í amtstíðini áttu vit og høvdu vit fast sjóvegis samband bæði innanlands og uttanlanda (Smyril og Føring), so í hesum fullveldisdøgum eiga suðringar [...] landi, men við uml. 6-7 fiskavirkjum í oynni kann neyvan roknast við fleiri slíkum virkjum. Vónandi kunnu verandi virkir økja um framleiðslu og góðsking, so fleiri arbeiðspláss verða tøk - hóast hetta tykist [...] koma onga leið, um vit ikki sjálvir - hvør í sínum lagi - berjast hvønn dag fyri okkara søk. Vit kunnu ikki rokna við, at aðrir ganga á odda, okkara vegna. Vit mugu sjálvi royna at fáa onnur at skilja
sum tjóð, at gripirnir verða varðveittir í Føroyum. Her kunnu teir gerast ein natúrligur partur av okkara framsýningum á fornminnissavninum. Her kunnu føroyskir granskarar lættari sleppa framat at greina [...] danska mentamálaráðharranum fyri góðan vilja og gott samstarv, nú vit at enda eru komin á mál við hesum týdningarmikla spurningi. Tað hevur tikið drúgva tíð, frá tí at landsstýrið og danska stjórnin í 1977 [...] Kirkjubøarstólarnar. Hon merkir, at ein hópur av sera virðismiklum føroyskum forngripum í Danmark kunnu verða latnir føroysku tjóðini til ognar. Føroysk og donsk savnsfólk fara nú undir at gjøgnumganga
arbeiðssteðgi, ikki skulu fáa løn, hvussu kunnu tey so krevja, at tey skulu fáa løn, tá ið tey eru beinleiðis partur í einum verkfalli, spyr Jørn Astrup Hansen. ? Vit kunnu ikki fara at fíggja eina slíka óvinarliga [...] 600 starvsfólkini í sparikassunum, Føroya Banka, Tryggingini og Elektron øðrumegin og leiðsluna í hesum stovnum hinumegin, herðist alsamt. Higartil eru allar royndir at fáa semju um nýggjan sáttmála ímillum [...] hetta er lógligt. Hann sigur, at feløgini fara nú at fáa eina nágreiniliga, løgfrøðiliga meting av hesum tiltakinum hjá stovnsleiðslunum. Hann sigur annars, at hetta er aðru ferð, at lønin hjá teimum er
Ecofisk ella tvey Statfjordfelt kunnu vera nóg mikið til at geva Føroyum heitið ?Norðuratlantiska Kuwait?. Geva vit nógv loyvi beinanvegin, er so ikki møguleiki fyri, at tað kunnu verða funnin fleiri keldur [...] sum verða bodnir út og sum størstur áhugi verður fyri. Men neyvan ber til at lata øllum part av hesum ?góða bita?. Spurningurin tá er so, hvør fær góðu teigarnar. Men feløg eru ymisk í sínum hugsunnarhátti [...] áhugavert. Onkur skal hava luftað ?tankan? um elefantar - fílar - tvs. risastórar oljukeldur júst í hesum økinum. So spennandi sær undirgrundin eftir øllum at døma út. Skuldi tað óvanliga hent, at oljufeløg
fyri fólkinum. Eftir semjuna kennir onkur vónandi ringan smakk í munninum í hesum flokki. Hvat er endamálið? Tí mótvegis hesum er at siga: ?Semjan og útspælini hjá landsstýrinum í sáttmálasamráðingunum [...] Ríkiligt høvi verður at viðgera hetta mál út í æsir, tá støðan er minni spent og veruligu avleiðingarnar kunnu metast nærri. Men hetta gjørdist altso støðan. Í einum stríði fella eisini hørð orð millum partarnar [...] búskapurin fer av lagi. Heldur skulu vit leggja til síðis og halda aftur, so vit í verri árum framvegis kunnu tryggja lønarframgongd og seta eitt sindur av ferð á búskapin. Í øðrum lagi er hetta ein háðan móti
ein samstarvsfelaga, sum vit kunnu fáa gagn av í framtíðini eisini. Bond eru knýtt, og góðir møguleikar eru fyri at aðrir lærarar – eisini saman við øðrum flokkum – kunnu samstarva á ymsikan hátt, fyri [...] eru eisini partur av verkætlanini. Hugsanin hevur alla tíðina verið, at studentaskúlanæmingar úr hesum báðum mentanum skulu uppliva og leggja til merkis hvønn annan sum norðurlendingar. Mál, bókmentir [...] verkætlanirnar umfata ikki bara miðnámsskúlar, men lærarar í fólkaskúlum og hægri útbúgvingarstovnum kunnu eisini søkja um ferðastuðul, um tey finna sær samstarvsfelagar í einum øðrum norðurlendskum landi