Fáa onga løn fyri komandi mánaða

? Hetta er vanlig mannagongd í eini støðu sum hesari, sigur arbeiðsgevarin, men arbeiðsfólkið fer at kanna um hetta er lógligt

Ósemjan ímillum tey útvið 600 starvsfólkini í sparikassunum, Føroya Banka, Tryggingini og Elektron øðrumegin og leiðsluna í hesum stovnum hinumegin, herðist alsamt.

Higartil eru allar royndir at fáa semju um nýggjan sáttmála ímillum starvsfólkini og stovnarnar endaðar úrslitaleysar.

Knúturin er so fastur, at starvsfólkið hevur boðað frá verkfalli komandi fríggjadag, 4. juni, um semja ikki er fingin í lag tá.

Og nú hava stovnsleiðslurnar svarað aftur við at halda lønini hjá starvsfólkunum aftur.

Tey, sum arbeiða í bankanunum, sparikassunum, Tryggingarfeløgunum og í Elektron, fáa øll lønina mánaðin undan tey arbeiða fyri lønina.

Tvs, at lønina fyri juni mánaða eiga tey at fáa nú.

Men av tí, at hótt er við verkfalli, hava leiðslurnar í Føroya Banka, tryggingarfeløgunum Føroyum, teimum trimum sparikassunum og Elektron, boðað starvsfólkunum frá, at tey fáa bara løn fyri tríggjar teir fyrstu dagarnar í juni mánaða.

Restin av lønini fyri juni mánaða verður hildin aftur av tí, at hótt er við verkfallið.

Ragnar Olsen, formaður í felagnum hjá bankafólkunum sigur, at hann ivast í um hetta er lógligt.

Hann sigur, at feløgini fara nú at fáa eina nágreiniliga, løgfrøðiliga meting av hesum tiltakinum hjá stovnsleiðslunum.

Hann sigur annars, at hetta er aðru ferð, at lønin hjá teimum er hildin aftur á henda hátt.

Tað varð hon eisini, seinast samráðingar vóru um nýggjan sáttmála, tað var í 1997.

Tá gjørdi feløgini einki við málið.

Men hesuferð ætla tey ikki at lata tað fara afturvið borðinum uttan víðari.

? Tí nú er ætlanin at fáa eina stðfest um tað er lógfrøðiligt grundarlag fyri at halda lønini aftur.

Annars eru lógfrøðiligar metingar gjørdar.

Og her er niðurstøðan tann vanliga, tá ið spurt verður um lógfrøði:

? Ein lógfrøðingur, sum starvsfólkið hevur spurt, heldur at hetta er ólógligt, ? Men ein annar lógfrøðingur, sum stovnsleiðslurnar hava spurt, sigur, at tað er grundarlag fyri hesum.? Ragnar Olsen sigur, at feløgini fara at arbeiða víðari við málinum.

M.a. verður tað umhugsað at leggja málið fyri eina gerðarrætt.

? Ein gerðarrættur tekur sína tíð.

? Men so er í øllum førum ein prinsippavgerð tikin, sum vit kunnu brúka framyvir, sigur hann.


Misbrúkar støðuna

Hann heldur annars, at tað er sera harmiligt, at peningastovnarnir misbrúka sína støðu sum arbeiðsgevarar.

? Tá ið aðrir lønarbólkar eru raktir av arbeiðssteðgi, eru peningastovnarnir vanliga sera lagaligir til at veita teimum sømdir m.a. við at lata tey yvirtrekkja sínar konti.

? Men tá ið tað er starvsfólkið hjá teimum sjálvum, gera teir sítt til at gera støðuna so trupla sum gjørligt, við at halda lønina aftur, ístaðin fyri at virða okkum sum vanlig viðskiftafólk á jøvnum føti við onnur viðskiftafólk.

? Tað átti ikki at fingið serligar avleiðingar fyri okkum, at vit av tilvild eru sett í starv hjá okkara egnu kreditorum

? Tvs, at koma vit í eftirstøðu, er væntandi ,at tað fær avleiðingar fyri okkum, sigur Ragnar Olsen.


Fíggja ikki verkfall ímóti okkum sjálvum

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, er talsmaður fyri stovnsleiðslurnar.

Og hann heldur ikki, at tað er nakað sum helst løgið í at starvsfólkið bara fær løn í tríggjar dagar í komandi mánaða.

? Hetta er ein sjálvsøgd avleiðing av at fáa lønina frammanundan.

Hann er ikki við uppá, at stovnarnir halda lønina aftur.

? Tey fáa løn fyri ta tíð, tey eru til arbeiðis, akkurát sum vanligt.

Hann dugur heldur ikki at síggja, at hetta er at misbrúka støðuna.

Jørn Astrup Hansen sigur at tað tað kann ongin krevja, at stovnarnir skulu fíggja eitt verkfall ímóti sær sjálvum.

? Tað vildi verið ov nógv kravt av okkum, sigur Jørn Astrup Hansen.

Hann minni eisini á, at tað eru tveir mánaðir síðani, at arbeiðssteðgur var á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tá varð roynt, m.a. við hjálp frá bankafólki, at forða fyri, at pensjonistar og onnur fingu løn, hóast tey púra onki høvdu við verkfallið at gera.

? Og tá ið bankafólk halda, at tað er ílagi, at tey, sum ikki eru partur í einum arbeiðssteðgi, ikki skulu fáa løn, hvussu kunnu tey so krevja, at tey skulu fáa løn, tá ið tey eru beinleiðis partur í einum verkfalli, spyr Jørn Astrup Hansen.

? Vit kunnu ikki fara at fíggja eina slíka óvinarliga gerð ímóti bankanum, leggur hann afturat.