Samfelagsliga gongur betri enn fyri árum síðani, um enn ikki nóg gott. Vinnuliga gongur betri bæði á sjógvi og landi, men við uml. 6-7 fiskavirkjum í oynni kann neyvan roknast við fleiri slíkum virkjum. Vónandi kunnu verandi virkir økja um framleiðslu og góðsking, so fleiri arbeiðspláss verða tøk - hóast hetta tykist trupult. Fleiri skip eru seld úr oynni, og tað tykist vera ógjørligt at fáa innflutningsloyvi til nýggj skip - eitt nú til ídnaðar- og rækjuveiðu, hóast kvoturnar ikki verða troyttar.
So statt mugu vit konstatera, at tað verða ikki tey tíggjutals arbeiðsplássini at finna innan høvuðsvinnuna. Og fjarstøðan hjá miðøkinum avmarkar luttøku i tí almennu og privatu servicetænastuni, har fleiri túsund vinna nógvan pening við at klippa hvørjum øðrum.
Tí er tað og verður tað neyðugt alsamt at minna á, at neyðugt verður við alternativari vinnu til fiskivinnuna, um Suðuroyggin skal yvirliva.
Vit eru á einum vegamóti. Fólkatalið stendur í stað og minkar í ávísum kommunum. Ungdómurin er burtur - tað sæst best við at kanna ítróttargreininar og luttøkuna. Men eitt mugu vit altíð minnast til, og tað er, at vit koma onga leið, um vit ikki sjálvir - hvør í sínum lagi - berjast hvønn dag fyri okkara søk. Vit kunnu ikki rokna við, at aðrir ganga á odda, okkara vegna. Vit mugu sjálvi royna at fáa onnur at skilja okkara støðu, til tess at tey, ið sita við avgerðarrættinum fáa sum mest av innliti í okkara viðurskifti. Og her meti eg komandi oljuvinnuna sum bjargingina fyri oynna. Oljuvinnan kann, saman við teimum virkjum, ið verða sett á stovn, skapa nógv arbeiðspláss, og rúmd verður eisini fyri fólki við hægri útbúgvingum, soleiðis, at vit koma í eina sunna ringrás, - mótvegis støðuni í dag.
Vit megna at broyta gongdina, har vit hava avgerðarrættin, og vit megna víðari útbygging, um vit fáa landsstýri og løgtingi at skilja okkara støðu betri enn í dag.
Tað, sum nú umræður er, at tey næstu 1000-2000 ikki flyta burtur - 1000 fluttu burtur frá 1989-99. Rættast hevði verið, um landsstýrið/løgtingið setti nakrar samfelagsfrøðingar at kanna landspartarnar/oyggjarnar í Føroyum, so nøkur tøl koma á borðið, bæði hvat viðvíkur fólkasamanseting, tí vinnuliga, inntøkumøguleika, peninganøgd, búsetingarliga o.s.fr.
Onkur tosar um yvirupphiting av føroyska búskapinum. Áðrenn slíkt verður tveitt út í fjølmiðlarnar, átti viðkomandi at kanna allar Føroyar. Eg veit, hvar tað er ov heitt - men eg veit eisini, hvar tað er nærmast frostmarkinum. Tí verður neyðugt framyvir, at landsstýrið fremur ein differentieraðan landspolitikk, har onkur glóð verður tikin úr tí stóra bálinum og løgd, har ið øskukalt er. T.d. hevði tað verið heilt natúrligt, at t.d. fiskivinnuumsitingin varð flutt til Klaksvíkar, at t.d. vaktar- og bjargingartænastan varð flutt í Eysturoynna og oljumálastýrið til Suðuroyar. Í hesum tøknitíðum er tað einasta, ið krevst, at vit hava politikarar, ið tora at seta embætismannin til viks og fremja ein skilagóðan lansepolitikk. Í løtuni tykist tað í fleiri førum, at politikarin fremur tann politik, ið embætismaðurin heldur verða rætt. Tað skuldi verið øvugt.
Er tað skilagott, at tað í hesum vesturlendska landinum Føroyum, at summi øki í landinum hava eina miðal skattaskylduga inntøku á 60.000 kr. í miðal, meðan onnur óproduktiv liggja á 120.000 kr. Er tað skilagott, at teir íbúgvar, ið hava samband við meginøki 10-12 ferðir dagliga sjóvegis fáa fast samband undir havbotninum, meðan onnur, ið hava eitt dagligt samband ikki kunnu fáa hetta tvífaldað.
Í amtstíðini áttu vit og høvdu vit fast sjóvegis samband bæði innanlands og uttanlanda (Smyril og Føring), so í hesum fullveldisdøgum eiga suðringar at umhugsa, um tað kanska var ein skilagóð loysn, at Suðuroyggin varð amt, meðan restin av Føroyum gerst fullveldi. Tvær kanónir rúmast ovast á Lítla Dímun at peika norður-yvir - og fiski- og oljuríkidømi er sunnanfyri.
Á jóansøku skal verða rúmd fyri stuttleika og skemti. Rasmus Effersøe skrivaði jú »Til gaman og álvara«, og sjálvandi fylgja vit í fótasporinum hjá okkara bygdamanni - og fari eg tí at bjóða øllum vælkomin á jóansøku við ørindinum:
Guð gleðir tann, ið glaður er,
hann er av Gudi kér,
hann hevur ongar óndar tankar,
meðan hans hjarta lér.
Góða Jóansøku
Páll Vang